Hetta rann mær til hugs, tá eg ígjár las greinina, sum Eyðólvur Dimon hevði á s. 25 í Sosialinum, tí eftir greinini at døma, veit hann lítið um málið.
Til tess at fáa grundarlag fyri eini niðurstøðu, leggur hann nøkur sokallað »fakta« fram, sum ikki hava hald í veruleikanum.
Málið um klinikkassistentarnar var sera einfalt, nevniliga, at býráðið og TKST vóru samd um øll viðurskifti og hvussu hesi skuldu tulkast. Trupulleikin var góðkennismyndugleikin Føroya Landsstýri, sum samb. Kommunulógini § 47 skal góðkenna m.a. lønarviðurskifti.
Semjan
Semjan partanna millum innihelt:
1.At klinikkassistentarnir skuldu umflokkast frá 9-11 til 9-12.
2.At klinikkassistentarnir verða fluttir upp í 12. lønarflokk á sama stig, sum teir stóðu á í 9. lønarflokki.
Landsstýrið góðkendi pkt. 1, men ikki pkt. 2.
Úrskurðurin
Gerðarrætturin leggur til grund, at pkt. 1 »indeholdt bestemmelser af en så generel karakter, at den iflg. nævnte lovbestemmelse (Kommunulógin § 47) skulle forelægges og godkendes af landsstyret for at opnå gyldighed, findes det at måtte medgives indkærede (Tórshavnar Býráð), at man hverken har haft hjemmel til at gennemføre aftalen eller ved sin handlemåde har pådraget et erstatningsansvar«.
Um pkt. 2 ásetur gerðarrætturin, at hesar innplaseringar »ikke findes at kræve hverken forelæggelse eller godkendelse fra landsstyret« og hevur býráðið tá handlað innan fyri teir karmar, sum býráðið hevði rætt til, og sum býráðið eisini metti seg hava rætt til.
Av góðum grundum kann býráðið ikki handla ímóti greiðari avgerð frá eftirlitsmyndugleikanum, sum samb. Kommunulógini kann seta tvingsilsbøtur o.a. í verk yvirfyri kommunalpolitikarum, um so er, at teir ikki bera seg at sum eftirlitsmyndugleikin, t.v.s. í hesum føri sum landsstýrið, ásetur.
Soleiðis lá málið, og einasti máti at fáa hetta mál loyst uppá, var, sum býráðið alla tíðina skeyt upp, at leggja hetta fyri gerðarrætt, men var hetta í langa tíð avvíst av TKST.
Persónliga ábyrgdin
Við atliti at hesum og samb. ráðgeving, samtykti býráðið ? um so var, at verkfallið ikki varð niðurlagt ? at gera persónliga ábyrgd galdandi yvirfyri nevndarlimunum, og vísti tað seg eisini, at arbeiðið varð uppafturtikið, málið lagt fyri gerðarrætt og síðani avgreitt til gagns fyri allar partar.
Nú er tað einaferð soleiðis í øllum viðurskiftum í lívinum, at ein og hvør hevur ábyrgd av sínum gerðum.
Hetta merkir, at einsvæl persónar, arbeiðstakari sum arbeiðsgevari ábyrgdast fyri sínar gerðir, um hesar ikki eru ílagi, og er einki nýtt í hesum, og als eingin provokatión ímóti fakfeløgunum. Tvørturímóti.
Tí um so var, at t.d. fakfeløgini kundu hóvreiggjað sær sum teimum lysti, vildi hetta minkað um ta virðing, sum ein eigur at hava fyri slíkum feløgum, og hetta hevði eisini verið grundarlag fyri, at fakfelagsrørslan kundi syndrast, tí eingin kann verja ábyrgdarleysan atburð.
Leivur Hansen,
býráðsformaður