Sunnudagin hendi tað, øll høvdu bíðað eftir, men ikki roknað við fór at henda so skjótt. VÍF gjørdist føroyameistari í 1. deild hjá monnum, tí StÍF vann á H71.
Í fjør vunnu vestmenningar eisini FM-heitið uttan at spæla, men kappingin í ár hevur verið væl javnari enn tann í fjør. Í fjør varð VÍF føroyameistari langt áðrenn kappingin endaði, men í ár vóru »bert« tvey umfør eftir, tá kappingin varð avgjørd.
Tað má sigast at vera uppiborið, at VÍF aftur í ár gjørdist føroyameistari. Burtursæð frá tveimum dystum í grundspælinum í november hava vestmenningar vunnið alt ? eisini teir týdningarmiklu dystirnar móti hinum báðum oddaliðunum StÍF og H71.
Í endaspælinum hava teir vunnið allar sínar átta dystir higartil, og sum skilst ætla teir ikki at slaka í teimum báðum seinastu dystunum, sum báðir vera í Vestmanna móti ávikavist StÍF og H71.
StÍF og H71 hava verið einastu veruligu kappingarneytarnir hjá VÍF í ár, men fyrst vórðu strandingar settir av, tá teir taptu tveir heimadystir á rað tíðliga í endaspælinum, og sunnudagin góvu hoyvíkingar eisini ondina upp.
Hesi bæði liðini fáa bronsu og silvur, og tað fingu tey eisini í fjør.
Kyndil, sum annars hevur vunnið fleiri føroyameistaraheitið enn nakað annað felag, hevur verið í einum aldudali seinastu tvey árini. Sunnudagin tapti Kyndil á Skála móti KÍF, og meðan úrslitið av dystinum millum KÍF og Kyndil kom sera væl við hjá kollfirðingum, kom tað sera illa við hjá Neistanum. Alt bendir nú á, at Neistin flytir niður í 2. deild.
StÍF framvegis
bestu kortini
Í bestu kvinnudeildini vunnu øll oddaliðini sínar dystir um vikuskiftið, so støðan broyttist ikki, hvørki í toppinum ella botninum.
StÍF vann uttan trupulleikar á GÍ um vikuskiftið og hevur framvegis bestu kort á hondini og skal bert syrgja fyri ikki at gera nakað býtt komandi vikuskifti í Klaksvík móti botnliðnum Stjørnuni.
Stjørnan hevur nú verið í Havn tvær ferðir innan tríggjar dagar og tapt stórt báðu ferðirnar, og eftir røttum eigur StÍF at vinna dystin komandi sunnudag. Gera tær tað, er FM-heitið beint hinumegin hornið.
Kyndil vann sunnudagin móti VB í Vági, men tað var als ikki nakar lættur sigur fyri kyndlakvinnurnar, og seinastu tveir dystirnir hjá teimum eru lokaluppgerðin móti Neistanum í Havn og at enda móti StÍF úti. Tískil sær Neistin út til at hava betri møguleikar fyri at kunna taka meistaraheitið frá strandakvinnum. Tær vunnu uttan trupulleikar á Stjørnuni, og umframt dystin móti Kyndli hevur Neistin tveir heimadystir eftir, móti GÍ og VB.
Ein møguleiki er eisini, at dysturin millum Kyndil og Neistan endar við javnleiki, samstundis sum StÍF vinnur í Klaksvík, og so er StÍF føroyameistari. Men hóast dystirnir millum Kyndil og Neistan sum oftast eru javnir og spennandi, ber illa til at rokna við, at hann endar javnur, og tað er ivaleyst heldur ikki nakað, tey rokna við á Strondum og á Skála.