VÍF í óvæntaðum trupulleikum

Mansliðið hjá VÍF hevði stórar trupulleikar av botnliðnum Team Klaksvík

VÍF vann í kvøld 34-30 á Team Klaksvík í høllini í Vestmanna. Leingi var munurin at kalla ongin, men seinastu minuttirnar tryggjaðu vestmenningar sær væntaða sigurin á klaksvíkingum, sum framvegis hava fyrsta stigið til góðar.

 

Aftur í kvøld var Áki Egilsnes stóri málskjúttin fyri VÍF. Hann skoraði tíggju av málunum. Honum á baki komu Andrias Eriksen og Filip Jocic við hvør sínum seks málum.

 

Toppskjútti hjá Team Klaksvík var Bogdan Florea við níggju málum, meðan Hans Norðberg og Sámal á Tjaldrafløtti skoraði ávikavist seks og fimm mál.

 

Við sigrinum er VÍF trý stig frammanfyri KÍF, og liggur á øðrum plássi.