VÍF má hava hjálp

Kvinnurnar hjá VÍF taptu í Vági. Nú krevst hjálp frá øðrum liðum, um tær skulu vinna seg fram til FM-finalurnar

 

Talan var um sannan gysara í Vági í kvøldi, tá VB og VÍF avgreiddu dystin, sum fyri nøkrum vikum síðani varð útsetur, tí ein misskiljing bar við sær, at dómararnir til dystin ikki møttu.

 

VÍF visti undan dystinum, at tær skuldu vinna, um tær framvegis sjálvar vildu sleppa at gera av, um tær skulu hava pláss í FM-finalunum.

 

Talan var allan vegin um sera tættan dyst, har liðini bæði skiftust um at hava leiðsluna. Eftir steðgin var munurin ongan tíð meira enn tvey mál, og eftir at VÍF hevði munin fyrstu løtuna eftir steðgin, tóku vertirnir yvir seinasta korterið.

 

VB var á odda við tveimum málum, tá eitt korter var eftir, men VÍF vann seg aftur á javnt. Seinastu minuttirnar vóru tað tó tær á heimaliðnum, sum høvdu mesta ísin í búkinum, og tær vunnu at enda við tepru tølunum 24-23.

 

Hetta ber við sær, at VÍF framvegis er fýra stig aftan fyri Kyndil, nú liðini hava spælt eins nógvar dystir. Tí skal VÍF – umframt at vinna allar sínar dystir – eisini hava hjálp frá øðrum liðum, um pláss í finaluni skal røkkast. Størstu vónirnar til hetta hevur VÍF helst í annaðkvøld, tá Neistin og Kyndil spæla grannauppgerð.

 

VB-VÍF 24-23 (13-13)