VÍF: NÚ skulu FM-finalurnar vinnast

Í ár hevur kvinnu- og mansliðið hjá VÍF møguleikan at vinna fyrstu gullmedaljurnar í ávíkavist tólv og níggju ár

Í 2002 hingu FM-gullkrónurnar um hálsin á VÍF-kvinnunum. Í 2005 kundu menninir í gulu og bláu troyggjunum lyfta FM steypið upp um høvd. Men so kom steðgur í. Einki FM-heiti er komið til Vestmannar í níggju ár, men nú skal vend koma í, sigur formaður í VÍF Áki Olsen.

 

- Bæði kvinnu- og mansliðið hevur verið í finalum seinastu átta árini, men tað hevur ikki eydnast at vinna. Vit hava tvey góð lið ár, sum hava góðar møguleikar at røkka gullinum, sigur Áki Olsen.

 

Kvinnuliðið hevur í fleiri ár havt ein einaráðandi toppskjútta í Liljuni Djurhuus, men í ár er liðið styrkt.

 

- Durita Ljósstein og Durita Christophersen eru komnar afturat hópinum. Tað hevur styrkt liðið nógv, sigur Áki Olsen.

 

Mansliðið hevur eisini stykt sær um liðið, men eru hesir hvørki útlendskir leikarar ella royndir føroyskir leikarar.

 

-  Fleiri ungir leikarar eru komnir í hópin í ár, og hesir hava staðið seg sera væl. Teir hava givið hópinum nakað jaligt, sigur Áki Olsen.

 

Áki Olsen sipar óivað til unga stjørnuskotið, Áka Egilsnes, sum hevur verið ein eyðsýndur leikari í ár saman við Julian Olsen, Hanus Christophersen, Tóka Seloy, Niklas Simonsen og John Rúnason, sum allir eru á U-20 landsliðinum.

 

Áki Olsen metir, at FM-finalurnar eru umráðandi fyri Vestmanna.

 

Succes smittar

Kvinnuhondbólturin í Vestmanna hevði tað trupult aftaná gull-árini fyrst í 00´unum við Ioanu Rapa á odda. Eitt nýtt ættarlið skuldi latast í gul/bláu blusurnar, og tað var lættari sagt enn gjørt. Liðið hevur í fleiri umførum verið í 1.deild og vent, og hevur havt trupult við at blanda seg í oddin. Í 2009 koyrdu Kári Mortensen og Svanna Hanusardóttir á fyrsta sinni um Høgareyn, til tess at venja ungu Vestmannakvinurnar, og kundu tey saman við kvinnuliðinum spæla um gull-krónur fyri fyrstu ferð í átta ár. Fýra ár seinni standa somu venjarar og nærum somu leikarar í einari FM-finalu, og tað fer at smitta yngru deildirnar, væntar Áki Olsen.

 

- FM-finalurnar skapa áhuga. Eg vænti, at hetta fer at geva hondbóltinum eitt skump í Vestmanna. Bæði í gentu- og dreingjahondbólti. Áhugin fer bara at vaksa, sigur Áki Olsen. Hann væntar, at FM-finalurnar verða ótrúliga javnar.

 

Púra opið

Áki Olsen væntar, at bæði kvinnu- og mansfinalurnar verða ómetaliga spennandi. Kvinnurnar hava leikt javnar dystir móti Kyndli, og menninir hava leikt javnar dystir móti KÍF, sum óivað verður seinna liðið í FM-finaluni. Tað er tó ikki avgjørt enn. Tó er Áki Olsen greiður yvir, at KÍF hevur havt takið á VÍF seinastu árini.

 

- Tað hevur ikki gingið væl seinastu árini móti júst KÍF, men ein finala er nakað heilt serligt. Tá er alt púra opið.

 

Spurdur um favorittleiklutin svarar Áki Olsen stutt:

 

- Eg haldi ikki, at nakar greiður favorittur er í ár. Alt er púra javnt, men vit vænta og vóna sjálvandi tað besta í Vestmanna, sigur Áki Olsen at enda.