Nú eru fýra umfør farin afturum í landskappingini í hondbólti, og tekini, sum vóru undan kappingina, eru framvegis greið.
Meistaraliðini úr ávíkavist VÍF og Neistanum hava lagt best fyri, og tey hava bæði fult stigatal eftir fýra teir fyrstu dystirnar.
VÍF er størri favorittur til meistaraheitið hjá monnum enn Neistin er tað hjá kvinnunum, og hóast vestmenningar farnu tveir dystirnar hava fingið mótstøðu frá KÍF og StÍF í høllini á Skála, hava teir at enda verið omaná.
Vestmenningar hava verið leingi í gongd, og tað, sum teir kanska hava óttast fyri, skuldi fara at verða ein vansi, við tað at spælararnir longu hava verið ígjøgnum størstu avbjóðingina í ár, er ikki enn komið kennar.
VÍF?arnir eru væl fyri kropsliga, teir hava vant hart, og tað kemur eisini til sjóndar í dystunum, teir spæla. Bæði hetta vikuskiftð og seinasta vikuskiftið gjørdu mótstøðuliðni ein vørr í fyrra partinum av dystinum, men so hvørt sum seinni hálvleikur leið dróg VÍF frá mótstøðuliðnum, og tað kemur millum annað av, at teir ikki gera eins nógv mistøk í síðsta partinum av dystinum, sum troyttu mótstandararnir.
Enn hava fremstu liðini hjá monnum ikki spælt ímóti hvørjum øðrum, og spenningurin er stórur til VÍF og H71, sum mong meta, sum einasta veruliga avbjóðaran hjá VÍF, bresta saman í høllini í Vestmanna sunnudagin. Í fjør var spenningurin til hendan dyst tann sami sum í ár, men vestmenningar vóru illavorðnir, tá teir fingu H71 á vitjan, tí teir vunnu við so greiðum tølum, at eitt hvørt prát um at hoyvíkingar skuldu bjóða av, tagnaði við brestin.
Tann vandin er sjálvandi til staðar aftur í ár, men H71?arnir tykjast verða komnir enn longri enn teir vóru komnir um somu tíð í fjør. Spælararnir hava fingið smakkin av lívinum í oddinum, og teir eru minst líka væl samanspældir, sum teir vóru í fjør. Spælandi venjarin, Hans Guðmundsson, tykist eisini verða ein vinningurin fyri liðið. Men spurningurin er sjálvandi hvussu hoyvíkingarnir fara at roynast, tá teir skulu spæla móti besta liðnum í landinum, undir tí trýsti, sum liggur í slíkum oddadysti, og vitandi, at øll vóna, at teir kunnu skapa spenning í hondbóltskappingini. Tann spurningurin verður partvís svaraður, tá VÍF og H71 hittast fyrstu ferð sunnudagin.
Kyndil fremsti avbjóðarin
Hjá kvinnunum hevur Neistin lagt harðliga fyri, og hóast liðið hevur mist fleiri av sínum stuðulsspælarum frá í fjør, hevur liðið higartil í ár vunnið hvørjaferð, tær hava verið í dysti. Tær hava spælt tríggjar ferðir á útivølli, men eru komnar aftur til Havnar við báðum stigunum hvørja ferð.
Mikudagin 19. november ? um 9 dagar ? fær bláa liðið tó sína søk fyri, tí tað verður fyrsti grannadysturin móti Kyndli í ár, og liðið hjá Kyndli er betur fyri í ár, enn tað hevur verið í langar tíðir. Spælararnir hava vant nógv undan kappingini, og við fleiri profilum á liðnum í senn, er Kyndil fremsti avbjóðarin hjá Neistanum.
Men tað er sum við H71 í hesum førði. Spurningurin er hvussu Kyndlaspælararnir fara at standa seg, tá tær koma undir trýst í einum tøttum og hørðum dysti móti Neistanum. Neistakvinnurnar hava nógv fleiri royndir við at vinna slíkar dystir, og tað tykist sum Kyndil skal bróta eina ónda ringrás, fyri at koma rættiliga í gongd. Og svarið til tann spurningin fáa vit partvís næsta mikukvøld.