VÍF vann við einum á Hálsi

VÍF vann fyrru hálvfinaluna, men munurin er so lítil sum hann eina ferð kann verða

Kyndil – VÍF: 20-21 (9-11) Liðugt

Klokkan í høllin á Hálsi hevur ýlt fyri seinastu ferð í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini hjá kvinnum millum Kyndil og VÍF. Gestirnir úr Vestmanna vunnu 21-20 í einum spennandi og tøttum dysti.


Tað var um reppið, at VÍF tók ein tvey máls leiðslu við aftur til Vestmanna, men ein skjótálop við Anju Heinadóttir tryggjaði kyndlakvinnum at tapið bleiv so lítið, sum tað nú eina ferð kundi verða.



Dysturin í kvøld var ein dystur millum tvær góðar verjur, og til tíðir fjálturstungið álopsspæl. Tí komu heldur ikki fleiri enn 41 mál, og hetta uttan at málverjarnir spældu framúr væl.

 

Eitt er tó greitt. Spenningurin er í topp áðrenn seinnu hálvfinaluna, sum verður í Vestmanna sunnudagin. Er dysturin í nakað at taka útgangsstøði í, so verður tað eisini spennandi líka til seinsta ýl í returdystinum.

 

Málskjúttar:

Kyndil: Anja Heinadóttir 7, Simona Petersen 6, Anna Brimnes 3, Bjarta O. Johannesen 2, Ásleyg Súnadóttir 1, Guðrið Eysturberg 1

VÍF: Liljan Djurhuus 7, Tóra Seloy 5, Rakul Joensen 2, Durita Christophersen 2, Durita Ljósstein 2,  Agnas Olsen 2, Eilin Hansen 1

 

Seinni hálvleikur:

 

59.min: (19-21) VÍF tekur seinasta timeout'ið. Einki mál komið seinastu minuttirnar og tað sigur eitt sindur um dystin í dag. Tvær góðar verjur og tvey minni góð álop við ov nógvum villum.

 

56.min: (19-21) Kyndil tekur timeout. Heimaliðið er aftanfyri við tveimum og tað gongur strilti við at bróta verjuna hjá VÍF niður. Hinvegin, so sleppa vestmenningar heldur ikki skjótálop, men tykjast hinvegin eisini nøgdar við at føra við tveimum.

 

51.min: (19-19) Tað gongur púra javnt á í løtuni, og talan verður heilt víst um ein ordans dyst móti endanum. Liðini skiftast um at skjóta mál og spælararnir stríðast fyri hvørjum bólti.

 

12.min: (14-16) Kyndil hevur arbeitt seg inn í aftur dystin. Eitt skifti er 14-14, men í yvirtalsstøðu ger Kyndil tveir feilur og verða revsaðar. Kyndil hevur bóltin fyri tað mesta, men VÍF er skjótari av.

 

Seinni hálvleikur er byrjaður. Kyndil má fáa hol á, um tær skulu gera nakað við VÍF í kvøld. Gestirnir úr Vestmanna tykjast ikki arbeiða eins hart fyri málunum, sum tær grønu úr Havn.

 

Hálvleikur (9-11): Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki eydnaðist ikki hjá Kyndli at fáa mál, meðan VÍF má sigast at hava vent dystinum. Eitt skifti var Kyndil á odda 8-6, men nú stendur 9-11.

Málskjúttar:

Kyndil: Anja Heinadóttir 5, Anna Brimnes 2, Bjarta O. Johannesen 1, Simona Petersen 1

VÍF: Tóra Seloy 4, Liljan Djurhuus 3, Rakul Joensen 2, Durita Christophersen 1, Eilin Hansen 1



23.min: (9-10)
Andreas F. Hansen, venjari hjá Kyndli, tekur timeout. Kyndil er farið frá at føra við tveimum, til at vera aftanfyri við einum. Venjarin greitt ónøgdur við partar í verjuspælinum, sum geva vengrunum hjá VÍF og lætt spæl.

 

12.min: 5-3 (VÍF timeout): Henrik Gerster, venjari hjá VÍF, tekur timeout. liðni hjá honum fekk eina góða byrjan, men nú tykist Kyndil hava fingið tamarhald á dystinum. Tað er nógv ferð á spælinum, sum eisini er merkt av fleiri feilum fyrstu løtuna. Helst eru spælararnir eitt sindur nervøsir, nú tað stendur so nógv upp á spæl.

 

Undan dystinum:

 

Fyrra uppgerðin millum liðini verður á Hálsi í Havn, og byrjar dysturin klokkan 18.30.

 

Mett eftir landskappingini, so er talan um tey bæði sterkastu kvinnuliðini í landinum, men í steypakappingini vórðu Kyndils-kvinnurnar yvirhálaðar av VB í bólkaspælinum.

 

Tí verður tað longu í hálvfinaluni, at báðir favorittarnir bresta saman, og tað líkist einum veruligum braki, har fyrra uppgerðin altso verður spæld í kvøld.

 

Hvørki av liðunum hevur nakran skaða. Tí er talan um tvey fullmannaði lið, ið gera seg klár til fyrru hálvfinaluna í steypakappingini hjá kvinnum.