Viking afturkallar bjargingarvestar

- Okkara fremsta mál er tygara tryggleiki. Tí afturkalla vit bjargingarvestarnar, Mariner PV9270 og Mariner PV9271, sigur Hanne Svarer Schwensen, sum starvast á fyritøkuni, Viking Life-Saving Equipment

Viking Life-Saving Equipment, sum er ein kendur framleiðari av bjargingarútgerð, boðar nú frá, at fyritøkan aftur-kallar tvey sløg - ella vørunummur - av bjarg-ingarvestum, sum fyritøkan hevur framleitt.
Talan er um vestarnar, sum bera numrini, PV9270 og PV9271.
Í skrivi, sigur Hanne Svarer Schwensen, ið starvast hjá Viking, at fyritøkan hevur staðfest, at Mariner PV9270 og Mariner PV9271 í nøkrum fáum førum ikki folda seg rætt út úr be-trekkinum.
- Hetta kann í ringasta føri elva til, at rúmið í vestunum, sum skal blásast upp, spreingist.
Hanne sigur, at umrøddu vestar eru framleiddir í tíðarskeiðinum, 1. januar 2002 til 15. juni 2004.
Ber útreiðslurnar
- Uttan mun til, hvussu lítil vandin fyri breki við uppblásing er, hevur Viking gjørt av at afturkalla allar vestarnar av hesum slagi.
Fyritøkan heitir tí á øll, sum hava keypt hesar bjargingarvestarnar, um at senda teir aftur til Viking Life-Saving Equipment, sum átekur sær allar útreiðslurnar av sendingini.
Viking sigur, at tey fara at broyta nevnda betrekk til tess at umgang-ast møguligar trupulleikar við vestunum í framtíðini.
Tín tryggleiki
- Vit harmast um tað stríð, sum hetta hevur við sær, men eru samstundis vís í, at tygum skilja tað neyðuga í hesum tiltaki.
Í fráboðanini verður lagt aftrat, at útgerð hjá Viking altíð skal vera í lagi, tí "tygara tryggleiki er okkara fremsta mál...", sum Hanne Svarer Schwensen málber seg.