Føroyingafelagið, Viking úr Stavanger úr Noregi mátti síggja møguleikan fyri at flyta upp í bestu norsku deildina gleppa av hondum í vár. Í ár stevnir felagið eftir at røkka uppflytingini, og eftir seks dystir er liðið á rættari kós. Allir seks dystirnir eru vunnir, og Viking liggur einsamalt á odda í 1. deild, ið er undir meistaradeildini, ið nevnist "Rema1000-ligaen"
Jónas Gunnarsson Djurhuus spældi seinnu helvt av seinasta kappingarárið, áðrenn hann í summar flutti til FIF í Danmark. Men framvegis eru tveir føroyingar í Viking - og teir gera um seg.
Kjartan Johansen er toppskjútti í deildini eftir seks dystir. Hann hevur skotið 59 mál. 23 av teimum hava verið eftir brotskast. Tey 59 málini í seks dystum gevur føroyska høgra bakkinum eitt miðaltal upp á 9,8 mál fyri hvønn dystin.
Næstur føroyinginum á toppskjúttalistanum er Miguel Pinheiro Sarmento Pereira, ið spælir fyri liðið, Viking TIF úr Bergen. Hann hevur skotið 55 mál, har 12 hava verið eftir brotskast.
Hin føroyingurin í Viking Stavanger, Helgi Hildarson Hoydal, hevur skotið 23 mál í teimum seks dystunum. Tað er næstflest innanhýsis á Viking-liðnum, og gevur eitt pláss sum nummar 27 á toppskjúttalistanum í 1. deild.
Støðan í norsku 1. deild:
Nr | Lið | D | Stig |
---|---|---|---|
1 | Viking Håndball (Stavanger) | 6 | 12 |
2 | Fjellhammer | 6 | 11 |
3 | Nøtterøy Håndball | 6 | 9 |
4 | Falk Horten | 6 | 8 |
5 | Kristiansand Topphåndball | 6 | 6 |
6 | Sandnes | 6 | 6 |
7 | Sandefjord Håndball | 6 | 5 |
8 | Viking TIF (Bergenhus) | 6 | 4 |
9 | Charlottenlund | 6 | 4 |
10 | Lillestrøm TH | 6 | 3 |
11 | LFH09 | 6 | 2 |
12 | Bodø HK | 6 | 2 |