Viking og Jóan Símun bukaðu Rosenborg

Viking vann í dag stórt á Rosenborg í seinasta venjingardystinum undan kappingarbyrjan. Jóan Símun Edmundsson spældi allan seinna hálvleik í 4-0 sigrinum. Norska landskappingini byrjar um eina viku, tá Viking vitjar Sandnes Ulf.

 

Viking leikararnir fingu í dag ein seinasta møguelika, at vísa Åge Hareide hvat fyri dugur er í teimum. Mótstøðan var ongin minni enn norska stórliðið, Rosenborg. Við tveimum málum í fyrra hálvleiki og tveimum í seinna hálvleiki vísti Viking, at teir ætla sær nakað.

 

Føroyski landsliðsleikarin kom á vøllin frá byrjan í seinna hálvleiki. Vit frætta úr Norra, at Viking eru væl nøgdir við avrikið í dag. Sambært heimasíðuni hjá felagnum, so verður fyrsti landskappingardysturin í nýggja árinum mánakvøldið um átta dagar á Sandnes Idrettspark.