Tað var einki at rafla um, tá ið Víkingur var vertur í grannauppgerðini ímóti ÍF.
Víkingur vann 5-0 eftir hálvleiksstøðuna 2-0. Í fyrsta minutti eftir steðgin økti Víkingur til 3-0, o so var spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða.
Stórsigurin kom væl við hjá víkingunum, sum seinast taptu 3-2 í Sørvági, og sum frammanunda tí dystinum taptu 2-1 á útivølli ímóti B36 og so spældu 1-1 á heimavølli ímóti B68.
Úrslitini í dag bera við sær, at Víkingur framvegis er á fjórða plássi, og at tað eru tvey stig aftur til 07 Vestur, sum hevur spælt ein dyst færri enn Víkingur.
ÍF vísti fyrstu løtuna góðan hugburð, og tað vóru spentar støður undir miðverjuni hjá heimaliðnum, har Arnbjørn Svensson í dag var undir liðini á Atla Gregersen.
Sum fyrri hálvleikur leið luktaði tað av máli til heimaliðið. Géza Dávid Turi var framúr væl upplagdur á miðvøllinum, og tað var fínt mál, tá ið Sølvi Vatnhamar av brotsteigarmarkinum og eftir eitt tvey samanspæl við Martin Klein Joensen setti bóltin dygst úti við stólparótina.
Seks minuttir undan steðginum økti Olaf Bárðarson um munin til 2-0 eftir horna úr vinstru, og so var tað beinanvegin eftir steðgin, at Martin Klein Joensen økti um munin til 3-0. Jákup Johansen átti uppleggið til fyrsta málið, sum Martin Klein Joensen, ið hevur verið nógv skaðadarvaður, men sum kortini hevur roynt at spæla, hevur skorað síðani 29. mai.
Tá ið Jákup Johansen økti um munin til 4-0, átti Sølvi Vatnhamar uppleggið, og so var tað, at Martin Klein Joensen fyri fyrstu ferð í ár var tvífaldur málskjútti. Tá var vanliga leiktíðin farin, og tá var tað vongverjin í høgru Signar á Brúnni, sum átti uppleggið.
ÍF er næstniðast við 9 stigum. Á varmakeldustevnu, sum verður um eina viku, fær ÍF vitjan av B36.