Fyrr í kvøld yvirhálaði TB sandoyingar, tá ið TB vann 3-0 á heimavølli ímóti KÍ. Tað bar við sær, at TB við 15 stigum legði seg á næstfremsta plássið.
Seinni í kvøld hevði B71 møguleika at taka næstfremsta plássið aftur, tá ið sandoyingar vóru í Norðragøtu og vitjaðuj teir næstbestu hjá Víkingi.
Tað eydnaðist ikki B71 at hava stig við sær úr Sarpugerði. Víkingur vann 1-0, og harvið hevur B71 fyri fyrstu ferð í ár tapt. Undan hesum dystinum hevði B71 vunnið tríggjar ferðir og tríggjar ferðir spælt javnt.
Einasta málið í góðveðrinum í Sarpugerði í kvøld skoraði Fannhard Antonson Skoradal, tá ið seinni hálvleikur var fimm minuttir gamal.
Sigurin í kvøld var tann triði hjá Víkingi í ár. Víkingur hevur nú 10 stig og legði seg undir liðina á KÍ, sum eisini hevur 10 stig.
Um eina viku fer Víkingur at spæla á útivølli ímóti NSÍ, og B71 fer at spæla á útivølli ímóti TB.