Víkingur er heilt væl fyri

Í kvøld vann Víkingur 4-1 á heimavølli ímóti meistarunum í KÍ, sum hava nógv at hugsa um

Ingi Jonhardsson skoraði tvey mál í kvøld, tá ið Víkingur vann 4-1 ímóti Mads Bo Mikkelsen og KÍ

Tað verður av álvara talt niður til fyrsta umfar í landskappingini. VFF kappingin er av. Hana vann Víkingur, og í kvøld hevði Víkingur vitjan av KÍ, sum ikki luttók í VFF kappingini. Tað komst av, at KÍ var á venjingarligu suðuri í Portugal.

 

Víkingur vann í kvøld 4-1 ímóti trífalda meistaraliðnum. Víkingur hevur higartil vunnið allar venjingardystirnar, og eftir trivaliga sigurin ímóti KÍ í kvøld eigur Víkingur av álvara at verða roknað at verða roknað at vera avbjóðari í FM stríðnum.

 

Líkindini vóru í løtum góð og aðrar løtur argaðu frekir ælingar. Hjá Víkingi var einki at síggja til Sølva Vatnhamar, Andreas Lava Olsen og Olaf Bárðarson. Teir eru skaddir, og Finnur Justinussen er staddur í Danmark.

 

Hjá KÍ vóru Odmar Færø og Deni Pavlovic ikki við, tí teir eru skaðadarvaðir.

 

Undan steðginum var tað javnt. Páll A. Klettskarð legði KÍ á odda eftir uppspæl í høgru og innlegg, og løtu seinni javnaði Ingi Jonhardsson úr heilt spískum, tá ið KÍ málverjin tóktist vera eitt sindur feilplaseraður.

 

Tá ið Víkingur økti um munin í seinna hálvleiki sá avrikið hjá KÍ málverjanum ikki so sannførandi út. Poul Kallsberg skoraði til 2-1 og Rani Hansen, sum í fjør spældi við EB/Streymi, økti um munin til 3-1, áðrenn Ingi Jonhardsson var tvímálaskjútti.

 

Klaksvíkingar høvdu møguleikar í seinna hálvleiki, uttan at tað eydnaðist teimum at fáa bóltin framvið Bárði á Reynatrøð.

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Geza Turi, Árni Nóa Gregersen – Jákup Johansen, Jørgen Nielsen, Poul Kallsberg

 

KÍ: Ari í Haraldstovu Petersen – Jóannes Kalsø Danielsen, Símun Kalsø, Heini Vatnsdal, Patrick da Silva – René Shaki Joensen Jákup Biskopstø Andreasen, Dan í Soylu – Árni Frederiksberg, Páll Andrasson Klettskarð, Mads Bo Mikkelsen

 

Ingi Jonhardsson skoraði tvey mál í kvøld, tá ið Víkingur vann 4-1 ímóti Mads Bo Mikkelsen og KÍ