Klokkan 18.30 í kvøld byrjar fyrsti dysturin í 20. umfarinum í Meistaradeildini hjá monnum.
Í Sarpugerði í Norðagøtu tekur Víkingur móti B36.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Tá liðini hittust í Sarpugerði 13. mars endaði tað við javnleiki 0-0. 4. juli vann Víkingur 2-0 á B36 á ovara vølli í Gundadali.
Víkingur hevur favorittstøðuna hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til Víking liggja millum 1,75 og 1,95.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,30 og 3,75.
Oddsini upp á útisigur til B36 liggja millum 3,15 og 3,80.
HER eru oddsini:
##med2##











