Víkingur hevur fleiri streingir at spæla á

Hjá HB, sum í fjør einki stig vann ímóti víkingunum, eru allir spælararnir tøkir

Stóra uppgerðin í fótbóltinum seinnapartin verður í Sarpugerði í Norðragøtu, har Víkingur fær vitjan av HB.

 

Í fjør endaði HB næstfremst, og Víkingur endaði á triðja plássi. Í fjør vann Víkingur allar tríggjar dystirnar ímóti HB. Í fyrraárið, tá ið HB vann FM, vann HB allar tríggjar dystirnar ímóti Víkingi.

 

Stigatalvan sigur, at HB er næstfremst við 14 stigum, og at Víkingur er á triðja plássi við 12 stigum. Víkingur eigur heimadyst til góða ímóti AB. Hann verður spældur annað týskvøld. Tvey tey næstu vikuskiftini fara Víkingur og HB at spæla ímóti KÍ.

 

Hjá Víkingi hava Jákup Johansen og Andreas Lava Olsen ikki verið við seinastu ferðirnar. Teir vera á listanum í dag. Hugaligt er tað hjá Víkingi, at Ari Olsen og Finnur Justinussen í gjár spældu síðsta hálva tíman á næstbesta liðnum. Teir báðir hava í eitt ár arbeitt fyri at koma fyri seg aftur, eftir at teir síðsta vár vórðu illa skaddir við slitnum krossbondum.

 

Hjá HB eru allir spælararnir tøkir uttan Tróndur Jensen, sum fyrr í ár sleit krossbandið.