Víkingur-NSÍ beinleiðis á FM1 klokkan 15

Bara tveir dystir vera leiktir í Betrideildini hjá monnum seinnapartin í dag

Tveir teir seinastu dystirnir í 25. umfari í Betrideildini hjá monnum vera leiktir seinnapartin klokkan 15.

 

Í Sarpugerði tekur Víkingur móti NSÍ, ið hevur ryggin móti múrinum. NSÍ liggur næstaftast við 21 stigum, og teir hava trý stig upp til B68 og 07 Vestur.

 

Í Klaksvík tekur KÍ móti HB. KÍ stríðist fyri at taka stigametið hjá HB: 73 stig, ið HB setti í 2018. KÍ hevur í løtuni 68 stig, og hevur møguleikan at tryggja sær 77 stig.

 

HB hinvegin fer at gera sítt til, at KÍ ikki tekur stigametið frá teimum.

 

Petur Jákup Heinesen sigur beinleiðis frá dystinum í Sarpugerði í Norðragøtu á FM1. Heimildarmaður hjá FM1 við Djúpumýru í Klaksvík verður Eyðun Thorgeirsson. 

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo