Tað vóru tríggir vinnarar í triðja umfari í Effo-deildini. Víkingur, KÍ og EB/Streymur vunnu fulla úrtøku, meðan allir hinir báðir dystirnir í hesum umfarinum endaðu við javnleiki.
Tað er dýrt at vera partur av javnleiki í staðin fyri at vinna fulla úrtøku. Tað ásanna tey í fýra feløgum, sum í hesum umfarinum vóru partar av javnleikum - ÍF, HB, B36 og NSÍ.
Víkingur vann 1-0 á heimavølli ímóti Skála, sum síðstu løtuna var undirmannað. Málið skoraði Sorin Anghel tíðliga í seinna hálvleiki eftir horna. Víkingur hevur vunnið tvær ferðir 1-0 - á NSÍ og Skála - og so endaði tað 1-1 á heimavølli ímóti B36. Skála hevur einki mál skorað í trimum teimum fyrstu umførunum. Víkinga málið í dag var tað fyrsta, sum fór ígjøgnum hjá Andras Gango higartil í landskappingini.
Í Sørvági vann KÍ fyri fyrstu ferð í ár. Úrslitið var 2-0. Jóannes Bjartalíð setti hol á beinanvegin, og í yvirtíðini var tað Páll A. Klettskarð, sum staðfesti sigurin, sum mundi kennast sera søtur hjá klaksvíkingum. Hetta var fyrsti KÍ sigurin í ár.
07 Vestur bíðar framvegis eftir at vinna fyrsta stigið. Vágamenn hava tapt 2-0 ímóti HB og KÍ og 1-0 ímóti TB/FCS/Royn.
Í Fuglafirði endaði tað málleyst millum ÍF og HB.
Í Streymnesi eydnaðist tað heimaliðnum at vinna fyrsta sigurin í ár. Hetta var fyrsti heimadysturin hjá EB/Streymi. Arnar Dam var einsamallur málskjútti. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at TB/FCS/Royn noyddist av vøllinum uttan úrtøku.
Í gjár endaði tað 2-2, tá ið NSÍ var í Gundadali og vitjaði B36.
Triðja umfar
ÍF-HB 0-0
Víkingur-Skála 1-0 (0-0)
1-0: Sorin Anghel
EB/Streymur-TB/FCS/Royn 1-0 (0-0)
1-0: Arnar Dam
07 Vestur-KÍ 0-2 (0-1)
0-1: Jóannes Bjartalíð
0-2: Páll A. Klettskarð
Í gjár
B36-NSÍ 2-2 (1-2)
0-1: Petur Knudsen 31.
0-2: Klæmint A. Olsen br 35.
1-2: Róaldur Jakobsen br 45.
2-2: Patrik Johannesen 61.
Støðan
Víkingur 7 stig
TB/FCS/Royn 6 stig
HB og KÍ 5 stig
ÍF og EB/Streymur 4 stig
B36 3 stig
Skála og NSÍ 2 stig
07 Vestur 0 stig
Fjórða umfar
17. apríl - annan páskadag
KÍ-NSÍ
ÍF-07 Vestur
EB/Streymur-Víkingur
HB-B36
TB/FCS/Royn-Skála