Víkingur sendi Europa úr Europa

Nú er tað greitt, at í hvussu so er tvey føroysk lið tvær tær næstu vikurnar fara at halda fram í europeisku kappingini

B36 og HB fara nú klokkan ávirkavíst 18 og 18.15 undir sínar seinnu dystir í fyrsta umfari í Conference League. Longu undan fyrsta bríksli í Gundadali er tað greitt, ar í hvussu so er tvey føroysk lið tvær tær næstu vikurnar fara at halda fram í hesi kappingini.

 

Í gjárkvøldið bar tepra samantalda KÍ tapið ímóti Bodø/Glimt við sær, at meistararnir í Klaksvík nú fara at spæla í Conference League, og í dag er tað staðfest, at eisini Víkingur fer at spæla í Europa tvær tær næstu vikurnar.

 

Fyri einari viku síðani vann Víkingur 1-0 á heimavølli ímóti Europa FC úr Gibraltar, og í dag hevur Víkingur vunnið 2-1 á útivølli í Gibraltar.

 

Í 26 hitastigum og bláum himni vann Víkingur 2-1. Lítla lotið bar við sær, at hitin ikki kendist heilt so ógvusligur, sum tað varð stúrt fyri, tá ið forsøgnirnar søgdu upp ímóti 40 hitastigum.

 

Víkingarnir vóru framúr tilvitaðir um, hvør teirra uppgáva var. Tað ráddi um at verja leiðsluna, sum var vunnin á heimavølli, og tað ráddi um í verjukendari útgangsstøðu og við væl skipaðum verjuspæli at lúra eftir møguleikanum at vinna seg í skjótálop.

 

Fyritreytirnar styrknaðu, tá ið Sølvi Vatnhamar eftir smáar tjúgu minuttir legði Víking á odda 1-0 og harvið økti um samantaldu leiðsluna til 2-0, og dygst undan steðginum varð Sølvi Vatnhamar tvífaldur málskjútti, tá ið hann eftir hugflogsríkt samanspæl fram eftir miðásinum trygt setti bóltin í netið, tá ið hann var leysur frammanfyri málverjan.

 

Eftir steðgin var dagsskráin hjá Víkingi at verja og syrgja fyri, at ferðin í spælinum var passaliga lítil. Tað eydnaðist væl, og heimaliðið vann seg ikki til nógvar málmøguleikar.

 

Syndarliga vánaligi vøllurin var ein av orsøkunum til, at tað gekk heilt illa at skipa flótandi samanspæl.

 

17 minuttir undan leikloki minkaði heimaliðið um munin. Fríspark varð lagt fram úr høgru og í brotsteigin, har Sergio Jiménez Sánchez var leysur og við høvdinum snittaði bóltin framvið Bárði á Reynatrøð, sum annars var tryggur millum stólparnar.

 

 

 

Europa FC – Víkingur 1-2 (0-2)

 

0-1: Sølvi Vatnhamar 19.

 

0-2: Sølvi Vatnhamar 45.+1.

 

1-2: Sergio Jiménez Sánchez 73.

 

Víkingur samantaldur vinnari við málmuninum 3-1

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen (Ari Olsen, 46.), Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Arnbjørn Svensson (Olaf Bárðarson, 83.), Noah Mnenéy, Géza Dávid Turi, Jákup Johansen (Ingi Jonhardsson, 74.) – Sølvi Vatnhamar, Finnur Justinussen (Andreas Lava Olsen, 74.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hans Jákup Arngrímsson, Signar á Brúnni, Olaf Bárðarson

 

Gult kort: Noah Mnenéy

 

Venjari: Rasmus Nolsøe