Um vit siga, at føroyskur fótbóltur er í 5. deild í Europa, og finskur fótbóltur er í 4. deild, so er rumenskur fótbóltur í 1. deild. Soleiðis metti Víkinga venjarin, Sigfríður Clementsen, tá ið hansara lið legði síðstu hond á fyrireikingarnar undan fyrra dystinum ímóti Petrolul úr Rumenia.
Í kvøld var metingin hjá venjaranum sjón fyri søgn niðri í Rumenia, har tað var heitt, men á ongan hátt so heitt, sum tað var, tá ið EB/Streymur týskvøldið spældi í Tbilsi í Georgia og tapti 6-0.
EB/Streymur tapti 3-0, eftir at hálvleiksstøðan var 1-0. Miðskeiðis í 1. hálvleiki setti heimaliðið hol á, og fýra minuttir eftir steðgin øktu teir um leiðsluna. Tríggjar minuttir seinni misnýttu heimamenninir brotsspark, og miðskeiðis í 2. hálvleiki øktu teir um leiðsluna til 3-0, sum eisini varð úrslitið.
Um eina viku fer Víkingur at eiga heimavøll ímóti rumenska liðnum. Alt bendir á, at tann dysturin verður tann síðsti hjá føroysku feløgunum í europeisku kappingunum í ár. Men tað hevði sjálvandi verið hugaligt, um Víkingur hevði megnað eitt hampuliga gott úrslit. Tað vil siga, um tað hevði eydnast at vunnið ella at spælt javnt. Hvussu vánirnar eru fyri tí valdast eisini, í hvussu stórum álvara teir í rumenska Petrolul síggja upp ferðina til Føroya og dystin á Svangaskarði.
Petrolul-Víkingur 3-0 (1-0)
Europa ligan 2. innleiðandi umfar 1. dystur
Hósdagin 18. juli kl. 19.00 á Ilie Oană, Ploiesti í Rumenia
Dómarakvartett av Kypros: Marios Panayi, Athinodoros Ioannou, Georgis Papathomas og Antonis Christodoulou
1-0: Da Lucaz 26.
2-0: Grozav 49.
3-0: Grozav 68.
Petrolul: Pecanha - Achim, Gerardo Alves (Naziri, 82.), Hoban, Guilheme – Mustivar (Romario, 71.), De Lucas – Boudjemaa, Teixeira (Enza-Yamissi, 62.), Grozav – Younes
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bornescu, Grecu, Morar
Venjari: Cosmin Sontra
Gult kort: Younes
Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Sam Jacobsen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig – Sølvi Vatnhamar, Hans Jørgen Djurhuus (Ingi Sørensen, 90.), Hanus Jacobsen (Kaj Leo í Bartalsstovu, 75.), Filip Djordjevic – Jann Ingi Petersen (Hjartvard Hansen, 90.+3.) - Finnur Justinussen
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Elias Rasmussen, Martin Olsen, Per Gregersen, Heðin Hansen
Venjari: Sigfríður Clementsen
Gult kort: eingin
LIÐUGT
3-0
90.+3) 3-0
Hjartvard Hansen er komin á vøllin í staðin fyri Jann Inga Petersen.
90) 3-0
Ingi Sørensen er komin á vøllin í staðin fyri Filip Djordjeic (90.)
85) 3-0
Síðstu løtuna hevur bólturin ongantíð verið av Víkinga hálvuni. Við ans Jørgen Djurhuus á odda stríðast víkingarnir øgiligt ímóti rumensku bóltsnillingunum.
80) 3-0
Bólturin er fyri tað mesta kring og í Víkingabrotsteignum, og royndirnar eru fleiri, men støðan er framvegis 3-0.
75) 3-0
Gongdin er tann sama. Heimaliðið er fyri tað mesta á bóltinum, og víkingarnir royna at víðgera seg. Hetta verður eitt tungt korter!
Kaj Leo í Bartalsstovu er komin á vøllin í staðin fyri Hanus Jacobsen (75.)
70) 3-0: Grozav 68.
Enn eina ferð siga tølini, at tað er torført hjá føroyskum amatørum at standa seg móti fulltíðar yrkisspælarum, sum 2. hálvleikur fer.
Hesa ferð skoraði miðvallarin í vinstru, tá ið hann eftir innlegg úr høgru og til handara stólpan úr átta metrum stútaði bóltin upp um Geza Turi og í handaru síðuna í málinum.
60) 2-0: Grozav 49.
Heimaliðið trýstir støðugt og nógv. Tríggia minuttireftir, at teir høvdu økt um leiðsluna misnýttu heimamenninir brotsspark.
2-0 málið skoraði miðvallarin í vinstru, eftir at hann eitt sindur úr vinstru hevði sneitt framvið fleiri og potaði bóltin framvið Geza Turi, sum var á veg út úr málinum.
46) 1-0
So eru teir aftur á vøllinum.Spurningurin er, hvussu tað nú fer at tørna út. Undanfarnu ferðirnar í ár hevur tað serliga verið í 2. hálvleiki, at tað hevur kostð føroysku liðunum í europeisku kappingunum. Undantakið er Víkingur, sum fyri viku síðani í Turku í Finlandi tólv minuttir fyri leiklok skoraði sigursmálið, sum bar rættin at spæla í Rumenia í kvøld við sær.
Tølini siga, at tað er Petrolul, sum hevur verið greitt omaná, men støðan er framvegis 1-0. Málið skoraðu heimamenninir eftir hornaspark í 26. minutti.
Heimaliðið hevur havt fimtan atsóknir móti Víkingamálinum, og víkingarnir hava tvær ferðir roynt seg ímóti heimamálinum.
HÁLVLEIKUR
1-0
45) 1 -0
40) 1-0
Síðstu løtuna hevur tað aftur verið heimaliðið, sum hevur havt álop, men talan hevur ikki verið um vandamiklar atsóknir burtursæð frá júst nú, tá Geza Turi bjargaði meistarliga.
34) 1-0
Víkingarnir hava havt fyrstu royndina ímóti heimamálinum, men bólturin varð blokeraður, tá ið Finnur Justinussen royndi seg, og lítla løtu seinni sendi Hanus Jacobsen bóltin við síðuna av málinum.
30) 1-0
Trýstið er øgiligt. Gza Turi hevur fyrsta hálva tíman bjargað fimm ferðir, og fimm ferðir eru bóltarnir farnir við síðuna av málinum. Víkingur hevur onga skotroynd havt.
26) 1-0: De Lucas 26.
Eftir hornspark hevur heimaliðið lagt seg á odda, tá ið verjukendi miðvallarin De Lucas royndi seg við fløtum skoti av brotsteigarmarkinum.
24) 0-0
Heimaliðið hevur havt sjey atsóknir á málið hjá Geza Turi, meðan Víkingur framvegis onga rættuliga atsókn hevur havt á heimamálið.
20) 0-0
Framvegis málleyst. Sam Jacobsen er í kvøld í miðverjuni saman við Erlingi Jacobsen. Atli Gregersen er leikbannaður.
15) 0-0
Víkingur hevur staðið seg væl í verjupartinum. Onkrar royndir hava verið við langskoti, men Geza Turi hevur ikki havt stórvegis bjargingar.
Tað er skýggjað loft og umleið 26 hitastig, og talan er um rættuliga stórslignan heimavøll hjá Petrolul.
Petrolul – Víkingur kl. 18.00
Petrolul: Pecanha - Achim, Gerardo Alves, Hoban, Guilheme – Mustivar, De Lucas – Boudjemaa, Teixeira, Grozav – Younes
Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Sam Jacobsen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig – Sølvi Vatnhamar, Hans Jørgen Djurhuus, Hanus Jacobsen, Filip Djordjevic – Jann Ingi Petersen - Finnur Justinussen
Á beinkinum: Elias Rasmussen, Martin Olsen, Per Gregersen, Heðin Hansen, Ingi Sørensen, Hjartvard Hansen, Kaj Leo í Bartalsstovu