Víkingur vestur í Vágar at leita eftir málunum

Hjá 07 Vestur snýr tað seg um at minka um talið á mistøkum í verjuspælinum

Sunnudagin vóru Finnur Justinussen og Andreas Lava Olsen millum áskoðararnar, tá ið Víkingur á heimavølli vann 1-0 ímóti EB/Streymi

Víkingur er á veg vestur í Vágar, har fyrsta bríksl á Dungasandi verður klokkan 15. Síðstu ferðirnar hevur tað gingið striltið við málskjótingini hjá víkingunum. Eftir 2-0 tap í Klaksvík hava úrslitini verið 1-1 ímóti HB bæði í steypakappingini (2-1 tap eftir longda leiktíð) og í landskappingini og so 1-0 heimasigur ímóti EB/Streymi.

 

Martin Klein Joensen og Sølvi Vatnhamar, sum plaga at skora, hava ikki verið málskjúttar seinastu ferðirnar, og í dag er Olaf Bárðarson leikbannaður. Tað er steinur oman á byrðu, tá ið bæði Finnur Justinussen og Andreas Lava Olsen seinastu ferðirnar ikki hava verið tøkir, tí teir eru skaddir.

 

Sunnudagin vóru vágamenn væl nøgdir við hugburðin, hóast teir at enda taptu 3-1 á heimavølli ímóti HB. Tá varð sagt, at tað vóru persónlig mistøk í verjuspælinum, sum vórðu sektað, og at tað er neyðugt at lúka tey burtur, um stig skulu vinnast ímóti favorittunum. Seinnapartin fæst at síggja, hvussu tað gongur við lúkingini.

 

Vongverejin í høgru Mathias Voss er vøddaskaddur, og tað er ivasamt, um Jóhann Hansson Joensen er tøkur.

 

07 Vestur – Víkingur: Alex Troleis kl. 15.00.

 

Sunnudagin vóru Finnur Justinussen og Andreas Lava Olsen millum áskoðararnar, tá ið Víkingur á heimavølli vann 1-0 ímóti EB/Streymi