Vikuskiftið merkt av rúsdrekkakoyring

Um vikuskiftið hava fleiri mál av rúsdrekkakoyring verið, umframt at eldur eisini hevur verið. Nógv smámál hava eisini verið, eitt nú við leysum djórum, flúgvandi trampolinum og smærri herverki. Í Havn var ein tikin fyri at koyra ávirkaður á knallert í býnum, og húsaófriður var eisini í Havn, har ein pápi ringdi um sonin, sum var frá sær sjálvum inn á innbúgvið í húsinum. Okkurt klipp var eisini givið fyri ferð

112

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Rýmdu frá sorlaðum bili


Leygarmorgunin komu fólk fram á ein sorlaðan bil á vegnum út á Møl á Eiði. Eingin var í bilinum, sum hevði skreitt og bóltað út við 100 metrar, og týðuliga var sera illa farin. Tá løgreglan var komin á staðið, kom eigarin av bilinum eisini, og hann kundi tá siga, hvør hevði koyrt bilin ta náttina.

Løgreglan fór heim til viðkomandi, og tá var hann enn fullur. Førarin var ein um 16 ára gamal drongur, sum sostatt verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring uttan koyrikort.

Tað, sum kanska var mest ótrúligt, var at bilurin var so illa farin, og at faktisk eingin í bilinum hevði fingið nakran skaða. Fólk vóru tó óttafull, inntil funnið var fram til tann, sum hevði koyrt, tá innaru bløðingar gott kunnu vera, hóast persónur at síggja til ongan skaða hevur fingið. Tað vísti seg tó, at allir persónarnir í bilinum vóru slopnir uttan stórvegis mein.



Ætlaði aftur eftir bilinum


Leygarmorgunin komu fólk fram á ein bil, sum var farin útav á Æðuvíkarvegnum. Eingin var í bilinum, og løgreglan varð boðsend. Tá løgreglan var komin á staðið, kom tann, sum hevði koyrt bilin við einum kranabili, og hevði helst ætlað at sjálvur fáa hálað bilin upp aftur. Hann varð tikin á staðnum fyri rúsdrekkakoyring. Eingin fólkaskaði var í samband við óhappið.


Flúgvandi trampolinir


Nakað av vindi var fríggjadagin og leygarnáttina. Hetta hevur eisini givið løgregluni ymiskt at takast við, og í minst tveimum førum hevur løgreglan verið út til trampolinir, ið eru farnar á flog.

Í eina førinum ringdi eigarin sjálvur og bað um hjálp, tá trampolinin var flogin upp móti húsunum, og hann hevði trupult at fáa bilbukt við henni.

Í øðrum førinum hevði ein trampolin rakt á ein bil í Hoyvík, og hevði gjørt eitt sindur av skaða.


Ætlaði at vísa reyv


Ein fullur maður ætlaði sunnunáttina klokkan 03.10 ikki at gera mætari enn at vísa afturpartin móti einum framviðkoyrandi løgreglubili. Løgreglan steðgaði og ávaraði mannin, at slíkt sømir seg ikki. Tá maðurin fekk hetta at vita frá løgreglunum, sló hann løgreglubilin. Hetta kostaði so manninum eina bót, meðan hann annars helst var sloppin við eini munnligari ávaring.



Eldur í hoyggjhúsi á Norðtoftum


Leygarnáttina kom eldur í eitt hoyggjús/seyðahús á Norðtoftum. Sløkkiliðið í Klaksvík fekk fráboðanina 00.59, og 01.01 varð sløkkiliðið í Norðdepli og Hvannasundi eisini boðsent. Hoyggjhúsið brendi tó mestsum út. Hildið verður, at ein hitakanón, sum hevur verið nýtt at turka hoyggj við, er orsøkin til eldin.


Sløðrandi gjøgnum Vágatunnilin


Fríggjakvøldið varð ein førari tikin fyri rúsdrekkakoyring í Vágunum. Fráboðanin kom frá einum førara, sum koyrdi aftanfyri ein bil, ið hann helt sløðraði heldur nógv og tóktist at koyra ótrygt. Hann var tá staddur inni í Vágatunlinum. Løgreglan fór út og steðgaði bilinum á Giljanesi. Tá vísti tað seg so eisini, at maðurin hevði drukkið, og verður hann eisini ákærdur fyri at koyra undir ávirkan av alkoholi.