HB-venjarin
HB gav sær góðar stundir, nú venjarin til føðingardagsárið skuldi setast. Nógv nøvn hava verið at hoyrt, og ta einu ferðina var útlendskur venjari her í Føroyum at kunna seg um umstøðurnar, uttan at nakar venjari tó varð settur av teirri orsøk.
Leygardagin mundi tó ein suður fara ígjøgnum tann partin av Havnini, sum hevur áhuga í fótbólti og ikki minst HB.Tíðindini um, at Heine Fernandez var settur sum venjari, fingu bein at ganga á, og seinni á degnum vórðu tíðindini eisini váttað.
Ein vandamikil harri
Og nógv bendir á, at HB við hesum hevur sligið tvær flugur við einum smekki, tí Heine Fernandez er uttan iva ein av mest málsóknu framherjunum, sum hava verið í donskum fótbólti seinastu árini. Síðani yrkisfótbóltur varð innførdur í donskum fótbólti í 1978, er hann tann leikarin, sum hevur skotið flestu málini, og síðani Superligan varð sett á stovn er tað bert Søren Frederiksen, sum stendur mát í so máta. Í donskum miðlum varð eisini ført fram um vikuskiftið, at Heine skal vera leikandi venjari í Føroyum, og verður hetta støðan, so hevur HB møguliga eisini funnið avloysaran hjá Andrew av Fløtum, eftir at toppskjúttin hjá meistarunum fyri stuttum gjørdi av at royna seg sum yrkisleikari í danska Fremad Amager.
Heine Fernandez er føddur 14., juli í 1966, og er sostatt 37 ára gamal í dag Tey nógvu fyrstu árini sum yrkisleikari var hann partur av álopinum hjá Silkeborg, har hann eisini var við til at gerast danskur meistari ein einstaka ferð, og tað er eisini her, at hann hevur skotið nógv tey flestu av sínum mongu málum. Síðani gjørdist tað til nøkur ár í Viborg, áðrenn hann í 2001 tók av einum tilboði um at koma til FCK. Her stríddist hann við Toda Jónsson og Sibusiso Zuma um tey bæði plássini í álopinum, og tó at Heine fyri tað nógva mátti taka til takkar við leiklutinum sum skiftisleikari, so átti hann sín stóra lut í, at felagið tað árið vann sítt næsta meistaraheiti. Eisini komandi árið var hann partur av liðnum, og eitt nú var hann maðurin, sum við einum sigursmáli á heimavølli móti Lazio var um at senda FCK í Champions League í 2002.
Av mongum í donskum fótbólti verður hann mettur sum ein leikari, sum bæði torir og dugur at brúka seg, tá alt ikki gongur eftir hansara høvdi, og júst í FCK er júst hesin eginleikin ikki ein av teimum, sum altíð er best umtóktur. Tað gav eisini at bíta, tá hann og ítróttarstjórin í felagnum, Niels Christian Holmstrøm ikki vóru heilt samdir um samansetingina av FCK-liðnum, og úrslitið gjørdist eitt skifti til AB. Her hevur Heine Fernandez so verið síðani, fram til sáttmálin við felagið gekk út, nú danska superligan fór í vetrarfrí.
Óroyndur venjari
Sum venjari er Heine Fernandez tó eitt púrasta óskrivað blað, men hetta hevur tó ikki forðað honum í at taka av, so skjótt sum HB spurdi seg fyri um framtíð hansara.
- Eg havi leingi gingið við einum lítlum venjara í búkinum, og hetta er so ein góður møguleiki at royna meg sjálvan í so máta, segði hann við danskar miðlar, tá tíðindini um nýggja starvið funnið vegin fram í Danmark.
- Eg kundi sjálvandi valt at byrja á einum lægri stigi so sum í danmarkarseriuni ella líkandi, men við hesum sleppi eg alt fyri eitt at vita, um hetta er nakað, sum eg egni meg til. Ikki minst er tað ein spennani avbjóðing, at HB komandi árið skal spæla við í undankappingini til Champions League.
Og við Útvarpið segði nýggi HB-venjarin sunnudagin, at hann á ongan hátt var bangin fyri trýstinum, sum liggur á, nú talan er um eitt meistarafelag.
- Tá talan er um eitt felag, sum vinnur meistaraheitið somikið ofta, sum HB hevur gjørt tað, so boðar tað frá einum liði, sum dámar at leypa á, og eg ætli mær so eisini at spæla álopsfótbólt voru orðini, sum ivaleyst mundu fell í góða jørð hjá allar flestu HB-viðhaldsfólkunum.
Og í HB tykjast tey ikki bera nakran ótta fyri, at væntandi royndirnar sum venjari, skulu vera ein vansi. Ikki minst tí tey í felagnum hava ein royndan hjálparvenjara í Oddbjørn Joensen, og hartil verður helst eisini roknað við, at Fernandez megnar at yvirføra nakrar av drúgvu royndunum sum leikari til venjingarnar við liðnum.
Í øllum førum er einki at ivast í, at HB við nýggja venjaranum hevur fingið ein profil av teimum heilt stóru til felagið, og so fer tíðin at vísa, um talan eisini verður um ein leikara.
Hetta seinasta kundi leiðslan í felagnum ikki avsannað, men hinvegin leggur stjórin í P/F Havnar Fótbóltur, Steinfinnur Mittelstein, dent á, at tað fyrst og fremst er sum venjari, at nýggi maðurin er settur.
- Sjálvandi kann tað vísa seg, at vit eisini fáa tørv á hansara dygdum á vøllinum, men fyri fyrst ætla vit at klára okkum uttan. Vit hava nógvar ungar og evnaríkar leikarar í felagnum, sum eisini vilja sleppa at stríðast um plássini í álopinum, og tað eru fyrst og fremst hesir, sum skulu hava møguleikan, sigur Steinfinnur um hetta.