Vil bjóða russum frystigoymslu í bergholi

Føroyar liggja serstakliga væl fyri í mun til ta ørgrynnu av skipum ið sigla kring okkara leiðir við frystilastum - og nógv teirra kundu spart pening við at brúkt eina frystigoymslu á landi

Búi Tyril
[email protected]

Hugtakið ?Cold Store on the North Atlantic Highway? aftur við tí sannroynd at tað sigla mong hundrað túsund tons á leiðunum kring Føroyar. Hetta er grundstøðið ið frystigoymslan Bergfrost arbeið-ir út frá tá hon bjóðar reiðaríum, flutningsfeløgum, sølufeløgum og øðrum at gera nýtslu av goymslu tunlinum á havnarlagnum í Fuglafirði.
Nú ið lítið og einki er av rækjum at nýta frystigoymsluna til, leitar Bergfrost eftir nýggjum marknað og russar eru høginteressantir í samanhanginum: teir sigla nógv um okkara leiðir, ofta við frystum fiski, og hava langa leið heim til sínar støðir í Murmansk, Arkangelsk ella Eystrasalti.
»Alt sum siglir við frystari last er áhugavert,« staðfestir stjórin á Bergfrosti, Janus Rasmussen.
»Føroyar liggja sera væl fyri mitt á teimum norður atlantisku havleiðunum. Fyri skip sum mugu sigla langan veg við ella eftir frystilast, eru vit eitt alternativ á landjørðini tó so at siga mitt á havinum, og okkara loysn kann spara nógva spilltíð. Umframt at tað eisini er nógv tryggari, effektivari og høgligari, serliga í ringum veðri, so verður øll tíðarfesting rúmari og lagaligari av at lossa uppi á turrum heldur enn at gera tað á sjónum.«
Drúgv sannføring
Bergfrost telist millum tær fyritøkur ið ætla sær við Menningarstovuni til Moskva í sambandi við ?Fish 2004? og hetta hongur saman við einari miðvísari ætlan hjá felagnum at greiða russum frá køldum fyrimunum við frystigoymsluni í Fuglafirði. At hetta er lættari sagt enn gjørt, er so sín sak.
At russar eru vanir at lossa millum skipa úti á reduni, hava vit sæð ta seinastu hálvu øldina á Nólsoyarfirði, í Fuglafirði og aðrastaðni kring oyggjarnar. Tað hevur eisini verið tosað um at eitt høgt vørugjald hindrar teimum í at leggja til kai; seinni er so tað hent at vørugjaldið er vorðið ein lokalur spurningur til tær einstøku havnirnar sjálvar at taka støðu til, og her hevur so Fuglafjarðar Havn lækkað sítt vørugjald á millum annað svartkjaft og lodnu.
Stjórin á Bergfrost er tó ikki so sannførdur um at vørugjaldið er einasti avgerandi faktorur tá tað snýr seg um hvussu russar lossa.
»Í veruleikanum er vørugjaldið ikki tann einasti trupulleikin? Tann samlaði kostnaðurin við at leggja upp er hægri enn tað sum teir gera í dag, men við einum betraðum logistikki kunnu teir vinna pening gjøgnum tíðarsparing. Trupulleikin við verandi mannagongd er at teirra fiskiskip missa fiskitíð meðan farmaskipini missa siglingartíð; hetta er alt dýr skip vit tala um, tey kosta nógv fyri hvørt samdøgur? Vit meta at við betraðum logistikki so høvdu teir vunnið tann ómiddilbara meirkostnaðin inn aftur í longdini. Avbjóðingin liggur í at sannføra russar um at hetta er ein góð loysn.«
Herfyri flutti Bergfrost inn í eina nýggja og stásiliga høll ið felagið hevur bygt í samstarvi við Fuglafjarðar Havn. Høllin hýsir fyrsiting, avgreiðslu og skiljing í sambandi við avgreiðslu av skipum. Samstarvið liggur í at Fuglafjarðar Havn hevur latið bygt eina BIP støð í sama bygningi; eitt ?Border Inspection Point? er í stuttum ein heilsufrøðilig markna eftirlitsstøð sum avger hvørt ein vøra er umsetilig í ES.

Bergfrost er einasta frystigoymsla í Føroyum sum hevur virksemi undir fjalli. Felagið varð stovnað í 1995 og kom í gongd árið eftir tá frystigoymslan inni í bergholinum hjá Fuglafjarðar kommunu var klár. Frystigoymslan er ætlað til goymslu av vørum sum eru frystar, serliga fiskavørum.
Tey fyrstu árini var pelagiskur fiskur tann størsti marknaðurin hjá Bergfrost og seinni gjørdust rækjuflotin størsti bólkur av kundum. Nú verður so roynt at fáa russar at síggja ljósið í tunlinum.
29.000 kubikk
»Skip úr øllum grannalondunum fiska um okkara leiðir og tí er lætt og ómakaleyst hjá teimum at leggja at og skipa upp í Fuglafirði,« heldur Janus Rasmussen fram, og greiðir heilhjartaður frá um virksemið hjá Bergfrost.
»Vit lúka øll krøv ið vera sett til eina nútímans frystigoymslu, og bjóða okkum fram at upp- og avskipa farm og at tøma ella fylla bingjur og lastbilar. Vit átaka okkum eisini pappírsgongdina og avgreiðslu av heilsuskjølum, farmapappírum, proformapappírum og øðrum ið fylgir við einari sending.«
Samstundis hevur Bergfrost útvegað sær eina nýggja goymslustýring; hendan byggir á at hvør plattur er frámerktur við strikukodu og fær harvið egnan identitet, og hetta skal geva kundanum trygd fyri at virkið altíð hevur tamarhald á vøruni. Goymsluskipanin hevur eisini innbygda staðseting ella ?lokatión? ið gevur kundanum møguleika at fáa eina útskrift sum vísir hvar í tunlinum vøran stendur. Soleiðis kann kundin altíð síggja vøruna sjálvur.
Annars var umsorgan fyri umhvørvinum startskotið til at spreingja frystigoymslur inn í fjallið við havnarlagið í Fuglafirði.
»Um grótbrotið við Fuglafjørð hevði verðið víðkað norðureftir í sambandi við eina víðkan av havnalagnum, so hevði úrlitið verið eitt rættiliga sjónskt sár í náttúruna? Í staðin valdi man at fara longur inn í fjallið eftir gróti, og hetta vísti seg at vera skilagott. Tað gav grót til havnagerð og spardi náttúruna fyri sjónligt sár, umframt at eitt berghol kundi brúkast til goymslu.«
Fyrimunirnir eru fleiri við at hava goymslu í fjallinum. Lasting og tøming av bilum og bingjum er inni í bergholsmunnanum og sostatt kemur vøran ikki undir sterka sól; regn sleppur ikki at og skarn frá fugli er eingin trupulleiki; eingin vindur er og vøran heldur ein javnan temperatur.
Kanningar benda á at kuldin í tunlinum breiðir seg so mikið sum 21 metrar út í fjallið. Tað merkir at vøran er trygg, hóast Bergfrost skuldi fingið maskinskaða; vøran skal kunna halda seg frysta í minsta tvær til tríggjar vikur, um eitt óhapp skuldi hent.
Goymslutunlarnir hjá Bergfrost rúma tilsamans 29.000 kubikkmetrar. Alt eftir hvør vøran er, svarar hetta til eina goymsluorku á umleið 7.000 tons.