Vil gera alt fyri at fremja málið

Hóast John Johannessen, løgtingsmaður Javnaðarfloksins stendur fast við, at Tjóðveldisflokkurin ikki vildi hava hann og onnur tingfólk við sum uppskotsstillarar til málið í samband við samkynd, so vil hann kortini slætta sjógv og stuðlar málinum av fullum huga

Mítt ynski er, at uppskotið hjá Finni Helmsdal og Annitu á Fríðriksmørk um at geva teimum samkyndu innivist í antidiskriminatiónsparagraffini, verður samtykt. Hóast eg standi fast við, at vit fýra, Poul Michelsen, Kristian Magnussen, Andrias Petersen og eg sjálvur, ikki sluppu at vera við sum uppskotsstillarar, so vil eg kortini geva uppskotinum mín fulla stuðul.
Hetta sigur John Johannessen, eftir at Finnu Helmsdal fyrr í dag kallaði tað eina loddrætta lygn, tá John Johannessen í Sosialinum í gjár segði, at Tjóðveldisflokkurin hevði nokta teimum at vera við sum uppskotstillarar.
Nú tosi eg bara fyri meg sjálvan, tí eg havi ikki tosað við hinar, men eg vil gera alt fyri at hetta týdningarmikla málið ikki verður gruggað, sigur John Johannessen, sum leggur dent á, at hendan ósemjan millum hann og Finn Helmsdal ikki skal forða málinum at verða samtykt.
Eg vil gera alt fyri at málið verður samtykt, sigur hann.