Hví gongur vegurin til ígjøgnum dalin í Hvalba, ti nýggja Hvalbiartunnilin ikki í eini beinari linju, enn hann ger.
Tað skal Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, nú greiða Løgtinginum frá.
Tað er Johan Eli Poulsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, sum vil hava at vita, hví vegurin til nýggja Hvalbiartunnilin sær út, sum hann ger.
Hann sigur, at tekningar vísa, at vegurin fær eitt keðiligt “s” skap og tað ørkymlar fólk.
– Tað vildi verið sjálvsagt, at vegurin varð gjørdur í einum beinum strekki og einum bleytum svingi, heldur hann
Hann vísir á, at vegurin verður ein partur av Suðuroyartunlinum, tá ið hann kemur. Og hugsa vit um ferðslutrygd og framtíðarferðslu gjøgnum Hvalbiartunnilin, kann hugsast, at tað hevði verið skilabetri at lagt vegin soleiðis, at hann varð so beinur sum gjørligt, við so fáum svingum sum tilber, heldur Jóhan Eli Poulsen.
Og hann vil eisini hava at vita um landsstýrismaðurin ætlar at gera nakað fyri at fáa vegin beinari enn hann er.