Nú er næstan eitt ár síðani, at ein stórur partur av Løgtinginum samtykti at gera tað lættari hjá sjúklingum í Føroyum at fáa viðger við kannabis-heilivági
Og nú skal Kaj Leo Holm Johannsen, landsstýrismaður í heilsumálum, greiða frá, hvussu hetta hevur eydnast.
Tað er Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, sum vil hava tølini á borðið. Tað var nettupp Miðflokkurin, sum gekk á odda at fáa Løgtingð at samtykkja, at geva sjúklingum í Føroyum lættari atgongd til kannabis-heilivág.
Tí skal landsstýrismaðurin nú greiða frá, hvørjir sjúklingar fáa heilivág við kannabis, og hvussu nógvir teir eru.
Hann skal eisini greiða frá um ætlanir eru um at gera kannabis-heilivág í Føroyum, og hvørji sløg annars verða brúkt.
Endamálið við at gera tað lættari at fáa viðger við kannabis-heilivági, var at veita álvarsliga sjúkum ta bestu hjálpina, læknavísindini hava til taks, sigur Bill Justinussen og nú vil hann so hava at vita, hvussu tað hevur gingist.