Vil hava at vita um ætlanin er at skerja smáu sjúkrahúsini

Tað skal landsstýrismaðurin í heilsumálum nú greiða frá

 

Hvørjar ætlanir hevur samgongan við teimum trimum sjúkrahúsunum í landinum. Tað vil Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin nú hava Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, at greiða frá.

Og tað skal landsstýrismaðurin gera í Løgtinginum í næstum.

Í hesum sambandi vil Bjarni Hammer hava landsstýrismannin at greiða frá málinum, heilt niður í smálutir. Og samstundis vil hann hava ein greiða frágreiðing um, hvørjar ætlanir hann hevur við sjúkrahúsunum í framtíðini.

Bjarni Hammer vísir á, at herfyri kom fram, at samgongan ætlaði at miðsavna fíggjarligu viðurskiftini á teimum trimum sjúkrahúsunum og at leggja alt undir stjóran á Landssjúkrahúsinum.

Og nú skal Kaj Leo Holm Johannesen greiða frá, hvat ætlanin var við hesum – og hann vil eisini hava at vita um hann yvirhøvur visti av hesum, áðrenn umsitingin í heilsumálaráðnum gav sjúkrahúsunum boðini.

Og Bjarni Hammer vil eisini hava at vita um samgongan annars var kunnað um broytingarnar, og um hon tók undir við ætlanini.

Bjarni Hammer vísir á, at Løgtingið hevur samtykt, at tey trý sjúkrahúsini skuldi hava hvør sína játtan. Og tí heldur hann at spurningur kann setast við um avgerðin um at taka heimildir frá leiðsluni á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og Klaksvíkar Sjúkrahúsi, yvirhøvur var lóglig. Men tað skal landsstýrismaðurin eisini siga sína meining um.