Bústaðarmál
Tað eiga at vera lagdar treytir á øll tey tómu húsini úti á bygd, sigur borgarstjórin í Sørvági. Hann vísir á tað skeiva í, at fólk, sum ikki búgva í kommununi, hava hús standandi tóm mestsum alt árið, meðan fólk, sum vilja búgva í kommununi, so noyðast at byggja nýtt, hóast tey heldur vildu keypt gamalt.
Eivin Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági, er ikki fegin um øll »Havnarhúsini«, sum tey verða nevnd, ið standa tóm í Vágum meginpartin av árinum.
Hann fer so vítt sum at seta tal á, hvussu nógv hann kundi hugsað sær, at fólk skulu gjalda fyri at hava hús standandi tóm soleiðis.
Einar 25.ooo - 30.000 krónur ella so er ikki ov nógv at krevja. Og í øðrum lagi eigur at vera løgd bústaðarskylda á øll hús, sum standa í íbúðarøki, sigur Eivin Jacobsen.
?Tað er púra burturvið, at vit skulu noyðast at stykkja út og neyðtaka bæði bø og haga til okkara borgarar at gjalda, meðan tey, sum hava tómu húsini standandi og búgva aðrastaðni, sleppa undan hesum kostnaðinum, sigur hann.
Stuttskygt
Tað verður arbeitt ov stuttskygt, tá einasta loysnin tykist vera at fara at stykkja út, so hvørt tørvurin vísir seg, sigur borgarstjórin í Sørvági.
Hann vísir á, at í Sørvági eru 85 hús, har bara eitt fólk býr. Og umleið 80 prosent av hesum fólkunum eru eldri enn 70 ár.
?So tað sigur seg sjálvt, at um nøkur ár eru hesi húsini heilt natúrliga tóm, sigur borgarstjórin.
Hevði tað í dag verið møguligt at bygt smærri bústaðir til hesi fólkini, ivast Eivin Jacobsen ikki í, at nógv teirra høvdu tikið av og selt egin hús til eitt nú ungar familjur, sum vilja hava bústað fyri ikki so øgiliga nógvar pengar.
Ein annar trupulleiki av hesum tómu ella næstan tómu húsunum í Sørvági er, sigur Eivin Jacobsen, at útstykkingar eru gjørdar víða um, sum gera tað neyðugt við fleiri kilometrum av annars óneyðugum kommunalum vegum.
Sørvágs Kommuna hevu umleið 10 kilometrar av kommunalum vegi, men hevði væl klárað seg við seks kilometrum, um bústaðarmynstrið var øðrvísi. Tí ivaleyst av húsum eru í bygdini til at tey, sum búgva í Sørvági, kundu verið í gomlu bygdini.
?Og alt hetta skulu vit, sum búgva fast her, gjalda, meðan hini, sum bara koma á páskum ella so, sleppa undan teimum kommunalu byrðunum, sigur hann.
Mangla lóggávu
Eivin Jacobsen sigur, at skulu fólk hava summarhús, skulu hesi liggja á summarhúsøki fyri seg.
Tað er ikki rætt, at vanlig sethús í bústaðarøki skulu standa tóm, hóast fólk vil sleppa at búgva í teimum.
Sum lóggávan er í dag, ber ikki til at nokta fólki at eiga hús til at hava standandi soleiðis, ásannar Eivin Jacobsen. Menn hann eftirlýsir samstundis einum greiðum bústaðarpolitikki, sum setir reglur fyri, hvussu slík hús skulu brúkast, og nevnir í hesum sambandi bæði avgjald og bústaðarskyldu.
Hann heldur tað vera sera órímiligt, at fólk, sum fegin vilja hava eini hús, skulu noyðast at byggja fyri eina til hálvaaðru millión, ístaðin fyri at fingið tak yvir høvdið fyri minni enn helvtina. Tað kundi verðið bøtt upp á hetta við eini skilagóðari lóggávu á økinum.
Hann heldur tað vera ov bíligt av landsstýrismanninum bara at siga, at tað er kommunalt mál, hvussu bústaðarviðurskiftini í komununi eru.
?Eg eri rættiliga vísur í, at tað eru fleiri, sum eru samd við mínum sjónarmiðum, sigur Eivin Jacobsen. Hann sipar her til aðrar kommunalpolitikarar, sum hann veit hava sama trupulleika. Eitt nú vísir hann á at bara í Vágum standa eini 70 - 80 tóm hús.
Eivin Jacobsen vísir á, at tað búgva ikki fleiri fólk í Føroyum í dag, enn tað gjørdi í 1988. Men vit hava bygt rættiliga nógv síðani tá. Og tað merkir so aftur, at tað standa enn fleiri tóm hús, sum kundu verðið nýtt skilabetri.