- Hetta er helst akkurát rætta løtan at fara undir arbeiðið at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy.
Tað heldur Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum.
Í gjár var fundur ímillum landsstýriskvinnuna og privata felagið aftanfyri Eysturoyartunnilin fyri at kanna eftir, um útlit framvegis eru fyri at fremja ætlanina á privatum grundarlagi, soleiðis sum tað upprunaliga varð ætlað.
Allir partar eru sera væl nøgdir við fundin, har yvirskipaða niðurstøðan var tann, at privata felagið framvegis er sinnað at fremja ætlanina.
Annika hevur bóltin
Annika Olsen staðfestir, at eftir fundin við tunnilsfelagið í gjár, liggur bólturin hjá henni.
Men hon ætlar at spæla hann víðari sum skjótast.
-Tað fyrsta, eg nú fari at gera, er at fyrireika málið so at tað kann leggjast fyri ein landsstýrisfund, sigur hon.
Hon væntar ikki, at hon klárar tað til landsstýrisfundin mánadagin, men í øllum førum miðjar hon eftir at leggja tað fyri á landsstýrisfundi næsta mánadag.
Á landsstýrisfundinum fer hon at kunna landsstýrið um fundin við tunnilsfelagið í gjár og endamálið er sjálvandi eisini at fáa tilsøgn til at fara undir samráðingar við tunnilsfelagið um loyvistreytirnar.
Helst skal landsstýrið eisini stinga nakrar yvirskipaðar loyvistreytir út í kortið, sum landsstýriskvinnan fer at samráðast innanfyri.
- Hetta er ikki eitt mál, sum eg ætli at leggjast á, tí fari eg at royna at fáa gongd á samráðingarnar við tunnilsfelagið um loyvistreytirnar sum skjótast, sigur Annika Olsen.
Men nær tað verður, veldst um viðgerðina í landsstýrinum, men hon vónar, at samráðingarnar kunnu byrja skjótt og í øllum førum ætlar hon sjálv, at tað skal verða so skjótt sum gjørligt.
- Hetta er ein verkætlan, sum allir partar eru sinnaðir at fáa gongd á og tí fara vit at bera so skjótt at sum gjørligt.
- Hetta er ein verkætlan, sum hevur stóran, samfelagsligan týdning. Men nú stígur er komin í búskapin, er hetta helst akkurát rætta løtan at fara undir eina slíka verkætlan fyri at varðveita virksemi í landinum.
Bjartskygdur
Eisini Ingi Højgaard, formaður í nevndini fyri Eysturoyartunnilin, er bjartskygdur eftir fundin við landsstýriskvinnuna.
- Vit løgdu okkara sjónarmið fram og greiddu frá ætlanini, samstundis sum vit váttaðu, at vit framvegis eru sinnað at fremja ætlanina.
Tað, sum tunnilsfelagið nú sær fyri sær, er, at ein tíðarætlan verður løgd fyri samráðingunum um loyvistreytirnar og tað arbeiðið verður farið í holt við nú. - Landsstýriskvinnan var vælviljað og varð sinnað at taka málið upp beinanvegin, so tað kunnu vit ikki vera annað enn nøgd við, sigur Ingi Højgaard.
À myndini sita, frá vinstru sita, Dávid Reinert Hansen, stjóri í felagnum fyri Eysturoyartunnilin, Rodmundur Nielsen, nevndarlimur, Ingi Højgaard, nevndarformaður, Malena Thomsen, nevndarlimur, Annika Olsen, landsstýriskvinna, Rúni Joensen, aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, Kristjan Petersen, stjóri í felagnum fyri Eysturoyartunnilin, Niklas Foldbo nevndarlimur og Bergur í Garði, nevndarlimur