Vil hava greiði á krøvum til smærri útróðrarbátar

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, vil nú hava greiði á hvørji krøv, smærri fiskifør ímillum fimm og 20 BRT, skulu lúka. Tí hevur hann núr spurt landsstýrismannin í fiskivinnumálum, sum nú er Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, um bátar í hesi støddini krevja at hava siglingarbræv.

Løgtingsmaðurin staðfestir, at krøvini til smærri fiskifør eru økt so nógv, at talan er um stórar eyka útreiðslur upp á 150.000-200.000 krónur til bátseigaran.

Eitt krav er, at eldsløkkjari skal vera umborð, men harafturat verður kravt, at at snarlás er til øll sjógvinntøk, umframt at bátarnir skulu hava wc við tanga og annað.

Tá ið Vaktartænastan útinnir eftirlit, er tað eftir galdandi lóg, sum eisini er umrødd í álmanakkanum.

- Har eru krøvini, Skipaeftirlitið nú setur, ikki nevnd. Tí er tað sera týdningarmikið at fáa staðfest, um siglingarbræv krevst fyri nevnda skipabólk og um Skipaeftirlitið hevur heimild at áleggja útróðrarbátum hesar skyldur, sigur Kári P. Højgaard.