Vil hava løgmann at nágreina semju millum fimm flokkar

Formaður Sambandsfloksins vil hava løgmann at nágreina semjuna um ríkisrættarligu støðuna millum allar flokkur uttan Sambandsflokkin

Tað ger Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, í einum grein 52a fyrispurningi til Aksel V. Johannesen, løgmann.

Har spyr formaður Sambandsfloksins soleiðis:

1. Í sambandi við fráboðanirnar frá løgmanni um, at hann millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, Framsókn, Fólkaflokkin og Miðflokkin hevur funnið semju um, hvussu hann loysir avbjóðingarnar viðvíkjandi størri føroyskum uttanríkispolitiskum rásarúmi og atgongd til altjóða felagsskapir, kann løgmaður so nágreina, hvat innihaldið í hesi sonevndu tjóðarsemjuni er, og um ætlanin er at fáa til vegar slíkar heimildir innanfyri ella uttanfyri grundlógina?

2. Kann løgmaður harumframt upplýsa, um tað er komið fram á fundunum, sum vóru millum politisku stjórnarleiðararnar í Føroyum, Danmark og Grønlandi, hvørt Føroyar og føroyingar varðveita tær avtalur og teir fyrimunir, sum vit hava sum partur av ríkisfelagsskapinum, um vit taka okkum úr felagsskapinum?

3. Kann løgmaður upplýsa, hví hann meldar út um semjur, áðrenn niðurstøða er komin frá §6-nevndini, ið hevði til endamáls at greina, um Føroyar kunnu fáa størri heimildir innanfyri grundlógina?

Í viðmerking til spurningarnar vísir Bárður á Steig Nielsen á, at fleiri útmeldingar og tíðindi hava verið um tjóðarsemjuna, sum fimm flokkar siga seg taka undir við.

– Løgmaður sigur á tíðindafundinum, eftir fundirnar við stjórnarleiðarnar, at nakrar broytingar skulu gerast í ríkisfelagsskapinum, men løtu seinni sigur løgmaður í miðlunum, at vit skulu taka okkum úr felagsskapinum, fyri at fara inn í ein nýggjan felagsskap við trimum sjálvstøðugum londum, og forkvinnan í Tjóðveldi sigur, at nú fáa vit fullveldi, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Hann sigur víðari, at eingin nágreining er um, júst hvussu hendan tilgongdin skal vera, ella um hon skal vera innan fyri karmarnar í grundlógini ella ikki – einki ítøkiligt uppskot og eingin avtalutekstur er lagdur fram fyri almenninginum.

– Tí er stóri spurningurin, um flokkarnir vita, hvat teir eru samdir um, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Hann vísir á, at Sambandsflokkurin legði í 2024 fram uppskot sítt um Nýtt Samband, har ítøkiliga innihaldið nevniliga er at víðka um uttanríkispolitisku heimildirnar, umframt at geva okkum sjálvstøðugan limaskap í altjóða felagsskapum.

– Uppskotið legði upp til avtøkur og dagføringar av gomlum lógum, ið skulu endurskipast í eini nýggjari sjálvstýrislóg – sostatt hevur Sambandsflokkurin eitt ítøkiligt boð uppá víðkaðar og dagførdar heimildir fyri Føroyar á uttanríkispolitiska pallinum, sigur formaður Sambandsfloksins.

– Føroyingar og Føroyar njóta í núverandi samanseting fleiri ágóðar og stórrakstrarfyrimunir við at vera í ríkisfelagsskapinum, undir hesum betri Moody’s rating, lægri lánsrentur, betri lestrar- og stuðulsmøguleikar fyri lesandi, betri arbeiðs- og uppihaldsmøguleikar í øllum Europa, fíggjarligt ískoyti til vælferðina við ríkisveitingini og verjusamstørv við NATO umvegis Danmark, heldur formaður Sambandsfloksins.