Vil hava málið afturvíst

Javn­að­ar­flokk­ur­in krev­ur nú, at løg­ting­ið vís­ir frá sær upp­skot­ið hjá Kára P. Høj­gaard um Skál­a­fjarð­ar­tunn­il­in

– Gev okkum fólkaræði aft­ur!

Tað er boðskapurin hjá Javn­að­ar­flokkinum, sum í al­mennari fráboðan heitir á løg­ting­ið um at burturvísa upp­­skotinum um privatan Eyst­ur­­oy­ar­tunnil, tí málið er so illa frágingið og upplýst.

Sambært Aksel V. Jo­hann­e­­sen, so heldur Javn­að­ar­­flokk­urin, at landsstýrið í hand­­far­ingin av málinum um priv­at­­an eysturoyartunnil hev­­ur brotið lógina um al­ment innlit og lógina um á­byrgd landsstýrismanna.

Javnaðarflokkurin heldur eis­ini, at uppskotið hjá lands­stý­r­is­mann­i­num er í stríð við ting­­skipanina.

– Í okkara demokratisku skip­an ber ikki til, at lands­stýr­is­­mað­urin dylir og heldur aft­ur upp­lýs­ing­um fyri ting­i­num. Tað er ongantíð upp til lands­s­týr­im­annin at gera av, hvørjar upplýsingar fólka­valda løgtingið hevur fyri neyð­ini, fyri at kunna við­gera og avgreiða eitt mál, sig­ur Aksel V. Johannesen.

– Tað er og skal vera Løg­tingið – ikki lands­stýr­is­mað­urin – sum ger av, hvørj­um upp­lýs­ingum tørvur er á í sambandi við viðgerð av ein­um løgtingsmáli, sigur hann.

Hesa meginreglu í fólk­a­ræði­num heldur Javnað­ar­­flokkurin, at lands­stýr­is­mað­urin í innlendismálum so dyggiliga brotið í mál­i­num um privatan eyst­ur­oy­ar­­tunn­il.

– Í einum rættarsamfelag eig­­­u­r slíkt at fáa avleiðingar við brestin. Men hetta hend­ir ikki í hesum føri. Tvørt­ur­í­móti verður alt hetta lóg­loysi vælsignað og stuðlað av einum løgmanni, sum al­­ment hevur blá­stemplað, at lands­­stýr­is­­mað­ur­in í inn­lend­is­­mála­r­áð­num aft­ur­held­ur týð­­andi upp­lýs­ing­ar fyri tingi­num. Løgmaður mis­­røk­­ir tískil so dyggiliga sína skyldu at hava eftirlit við lands­­stýr­is­­mann­i­num, er greiði boð­skap­ur­in hjá Akseli V. Jo­hann­e­sen

Víðari sigur Javn­að­ar­flokk­­ur­in í skriv­i­num, at lands­­stýrimað­ur­in ikki bara aftur­heldur og dyl­ir upp­lýs­ing­ar fyri tinginum. Hann hev­­ur eisini niðurbundið løg­­tingið til at avgreiða mál­ið innan ávísa tíðarfreist – tí annars skal Føroya fólk rinda danska felagnum eina mill­i­ón krónur í endurgjaldi.

Javnaðarflokkurin dug­ir ikki at síggja, at lands­stý­r­imað­ur­in hevur nakra mat­er­iella heimild til at gera eina slíka avtalu, har Løgtinginum verða álagdar dagbøtur. Tískil hev­­ur landsstýrismaðurin eis­ini í hesum føri handlað í heim­ild­­ar­­loysi.

– Avleiðingin av fram­ferð­ar­hátt­i­­num hjá løgmanni og lands­­stýr­is­mann­i­num er, at tað ikki longur er fólk­a­valda løgtingið, sum leggur lóg­gávu­­a­r­beiðið til rættis, men eitt danskt felag, sum sjálvsagt vil gera alt fyri at fáa einarætt til at bygg­ja, reka og eiga hend­an lukrativa tunnilin í upp til ein mansaldur. Alt hetta hendir bara, tí vit hava ein løg­­mann, sum antin ikki hev­ur vilja ella ikki hevur før­­leika til at røkja skyldu sína at hava eftirlit við lands­stýr­is­­fólk­u­num­, so tey virka í sam­svari við galdandi lógir og heim­ildir, sigur Aksel V. Jo­hanne­sen í brævinum.

Javnaðarflokkurin krevur tí, at fólk­a­ræði verður virt, og fer tí at heita á løgtingið um at vísa málinum burt­ur sam­bært grein 37 í ting­skip­an­i­ni.

– Henda grein ásetir, at mál skulu vera væl og virð­i­liga upplýst fyri tinginum. M. a. skal upplýsast, hvat mál­ið snýr seg um, hvør fíggj­a­­r­ligi kostnaðurin er, hvørj­ar viðmerkingar al­menn­­ir stovnar hava – alt til tess at tryggja, at Løg­ting­ið hev­ur møguleikan at við­gera upp­skotið til lít­ar. Lóg­ar­upp­­skotið hjá lands­stýr­is­mann­­i­num lýkur als ikki hes­ar treytir, sigur Aksel V. Jo­hann­e­sen.