Herfyri vendi Árni Dam, russiskur umboðsmaður í Føroyum sær til landsstýrismenninar Jacob Vestergaard og Jørgen Niclasen við ymiskum uppskotum um, hvussu samstarvið millum Føroyar og Russland kann mennast.
- Hatta ljóðar áhugavert. Eg havi havt fund við Árna Dam um málið, og avtalan var, at vit hvør í sínum lagi skulu kanna møguleikarnar, Árni Dam á vinnuliga økinum og er tað ppolitiska, sigur Jørgen Niclasen.
Eitt av uppskotinum er at byggja eina nýggja Føroyingahavn á Svalbard, og so skulu nakrir smábátar rógva út frá einum russiskum frystiskipi.
Nógvir leysar eru tó, sum greiði má fáast á,
Ein er hvørji kvotur bátarnir kundu fingið.
- Haraftrat kemur spurningurin, hvat norðmenn siga, men tað skuldi ikki verið nakar trupuleiki, tí Noreg umsitir bara Svalbard, sigur Jørgen Niclasen.
Hann heldur tað vera ógvuliga umráðandi, at tað politiskt fæst forstáilis fyri eini slíkari verkætlan. Alt má vera greitt frammanundan, so einki kemur aftur um aftur. Føroyingar hava lært nógv av Skálaberg-málinum, og slíkt má ikki henda aftur, sigur Jørgen Niclasen.
Eisini ferðavinnusamstarv
- Hugskotið hjá Árna Dam er ógvuliga gott, og tað er heilt vist, at nógv er at vinna í samstarvi við Russland. Ikki bara á fiskivinnuøkinum og við skipaumvælingum, men eisini í ferðvinnuni, tí nú ferðast russar nógv, sigur Jørgen Niclasen.
Árni Dam newvndi eisini, at eitt umboðsfólk átti at verið sett í Murmansk. Tað er eitt mál, sum landsstýrið hevur arbeitt við, men peningur er ikki tøkur til tað beint nú, sigur Jørgen Niclasen.