Vil hava okkurt til ferðafólk at kroka í

Er veðrið ringt, mugu ferðafólk finna sær eitt neyst, ella okkurt at kroka undir

Hesi seinastu árini hevur ferðavinnan av álvara tikið dik á seg, og eftir at korona hevur skert ferðavinnuna munandi, verður mett, at hon aftur fer at seta met í ár. Eitt av nýggju ferðamálunum í Føroyum, er Kalsoy, har tað serliga er standmyndin av kópakonuni, sum dregur fólk at sær. Av tí sama er talið á teimum, sum ferðast í Kalsoynna, munandi vaksið hesi seinastu árini og í 2019, sum var áðrenn korona fór at ganga, vóru næstan 70.000 ferðafólk í Kalsoynni.

 

Og sum útlitini eru, verður mett, at tað verður ikki minni av ferðafólki í ár. Av tí, at tað er gravgangur eftir at sleppa við Sam, eru nógv av teimum á ferjuleguni í góðari tí. Men hesi ferðafólk hava onki skýli, ella bíðirúm, og er tað illveður, regn, ella kavi, mugu tey finna sær eitt neyst, ella okkurt annað, at kroka undir, staðfestir Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi.

 

Tí hevur hon nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at samtykkja at játta 500.000 krónur, soleiðis at at skýli, ella eitt bíðirúm kann útvegast til ferjuleguna á Syðradali.