Tá illa gongur við fiskastovnunum, skulu ?syndarar? finnast, og nú vil ein kvinna í svenska ríkisdegnum steðga frítiðarfiskiskapi fram við svensku strondini Fiskaren skrivar, at ein svenskur ríkisdagslimur - ein kvinna - nú mælir til at seta bann fyri frítíðarfiskiskapi í Svøríki.
Blaðið nevnir ikki navnið á kvinnuni, men sigur, at hon gongur inn fyri at skipa so fyri, at rætturin hjá almenninginum at fiska sær nakrar fiskar, verður avtikin.
Kvinnan heldur ikki, at frítíðarfiskimenn taka ábyrgd av fiskastovnunum.
Tey, sum umboða frítíðarfiskiskap í Svøríki, mæla ímóti ætlanunum hjá ríkisdagskvinnuni og siga, at trupulleikin er, at toskastovnurin er niðurfiskaður.