Vil styrkja baklandið hjá tingmanninum

Tummas Arabo var nú um dagarnar valdur til formann í Norðstreymoyar Javnaðarfelag.

Hann hevur roynt seg bæði á tingi og í landsstýrinum. Hann var tingmaður frá 84 til 88 og afturvaldur á ting í 1990. Tummas Arabo var so landsstýrismaður frá 91 til 94. Hann var uppstillaður á løgtingsvalinum í fjør og gjørdist nr. 2. Hann er nú varamaður hjá Hans Paula Strøm, sum umboðar javnaðarflokkin í Norðstreymoy á tingi.

Tummas Arabo sigur við Sosialin, at hann fegin vil gera sítt til at styrkja baklandið hjá nývalda tingmanninum, soleiðis at hesin kann fáa uppaftur størri undirtøku til næsta val. Síðani fer hann eisini at gera sítt til at ávirka flokkin at reka ein politikk, sum felagið í Norðstreymoy heldur vera tann rætta.