Vil taka frástøðu frá Sea Shepherd

Ein dokumentarfilmur um grindahval við Sir David Attenborough verður frumsýndur í Norðurlandahúsinum um eina viku, næsta mikukvøld klokkan sjey.

 

Filmurin, sum stutt og greitt hevur fingið heitið ”Grindahvalur”, er komin í lag í samstarvi millum føroysk umhvørvisáhugað og tveir bretskar filmsframleiðarar, Andy Ottoway og Andrew Sutton.

 

Filmurin kann kanska sigast at vera ein uppgerð við ta nátturligu søgu og tann miðsavnandi leiklut, grindahvalur hevur havt í føroyska liviháttinum í, tí hesin liviháttur og hvalirnir standa nú andlit til andlits við eina óvissa framtíð.

 

Rúni Nielsen er ein av stigtakarunum. Hann varð í gjár gestur í tíðindunum á Rás 2 og greiddi frá um filmin. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Rúna Nielsen.

Aðrir føroyingar, sum eru við, eru Ingi Sørensen, Jens Mortan Rasmussen, Marna Frida Olsen og Pál Weihe, og eftir frumsýningina verður skipað fyri pallborðsorðaskifti.