Vil víga sítt lív til tónleik

Norðskáli: - Eg hugsi ikki um, at eg nú má og skal seta meg niður og skriva ein sang. Tað kemur bara av sær sjálvum, sigur Vígdis Fjallstein av Norðskála, ið er ein av limunum í poppbólkinum FAROE5. - Eg elski tónleik, og vóni ein dag at kunna liva av tí. Kundi eg valt, so bleiv tað tað.

Tað hevur altíð verið tónleikur í lívinum hjá 21 ára gomlu songkvinnuni Vígdis Fjallstein.

Longu í barnaárum ungu vórðu fyrstu stigini tikin til tað, sum í framtíðini kann koma at gerast nakað stórt innan tónleikin.

Hon var neyvan meiri enn níggju ára gomul, tá hon av álvara byrjaði at syngja og gera egnar tekstir.

- Hetta kom ikki av ongum. Eg eri faktist uppvaksin við sangi, tí mammu dámdi sera væl at syngja og bæði babba og mamma hava altíð skrivað sangir og tættir. So her hevur altíð verið sangur og tónleikur í okkara heimi, greiðir hon frá.

Í skúlanum vísti Vígdis eisini áhuga fyri tónleiki, og byrjaði at spæla floytu og klaver, eins og hon gekk til undirvísing í sangi. Hon sang eisini somuleiðis heima við hús, og gjørdi sær tann eina dagin enntá tann ómak, at taka ein av fyrstu sangum sínum uppá band.

Nakað herfyri kom hon av tilvild fram á eina upptøku, har hon sang ein av sínum egnu sangum inni í køki teirra. Við vøkru barnarødd síni framførdi hon sangin, meðan hon spældi trummur afturvið uppá eina pappeskju.

- Hetta var ein sangur sum eg skrivaði uppundir jól hetta árið. Eg minnist tekstin enn, og ikki minst til lagið, sum forrestin var lagið til sálmin “Føgur er foldin”, sigur hon við einum brosi.

Við góðu tónlistarligu barlast síni úr fólkaskúlanum, fór hon síðani á ein tónleikaeftirskúla í Danmark, har hon mentist enn meiri á hesum øki.

Næsta stig á tónleikaleið hennara var poppbólkurin FAROE5.


Upp undir loft

Tað var í roynd og veru mamma hennara, Hansa sum sá lýsingina um ætlanina at stovna ein nýggjan gentubólk. Upptøkuroyndin varð sett til 5. apríl í 2008.

Vígdis hevði longu framført nakrar ferðir við tiltøk í kommununi. Men nú lótust brádliga upp einar nýggjar dyr til tónlistarligu framtíð hennara.

- Eg hevði ongatíð hugsað um, at eg nakrantíð slapp at syngja í einum bólki. Eg hevði bara ímyndað mær, at eg í framtíðini fór at syngja sjálv og við góðum tónleikarum afturat mær.

- Eg fór so til audition, og skal eg vera heilt erlig, so ynskti eg ordiliga at sleppa við í henda bólkin, sigur hon brosandi.

Og hon slapp við í bólkin, tí longu dagin eftir komu tey gleðiligu boðini frá stigtakarunum. - Ja, uha, tú kanst ætla at eg bleiv glað. Eg leyp næstan upp undir loft, tá eg fekk boðini.


Respons

Vígdis hevur nógvar eginleikar. Ein teirra er tann góða røddin, sum stigtakararnir til bólkin uttan iva eisini hava lagt merki til.

- Ja, røddin, hon hevur givið mær sjálvsálit. Eg havi eisini fingið sera góðan respons frá fólki, tá eg havi sungið. Og hetta hevur givið mær hug at halda fram við sanginum, sigur hon. - Hetta hevur somuleiðis verið við til at byggja meg upp persónliga.

Tað var ikki serliga nógv tíð at gleðast um tey góðu tíðindini frá stigtakarunum: Longu eina viku seinni hittust tær fimm genturnar á fyrsta sinni. Her var ikki nógv tíð at geva út, tí bert tveir mánaðir seinni skuldi FAROE5 fyrstu ferð á pall - og tað enntá til eina útgávukonsert.

Og tær fimm sangglaðu genturnar kundu ikki fingið betri byrjan. Fyrsta framførslan var í SMS, har eini 1200 fólk vóru til framførsluna.

- Jú, tað var stuttligt at standa á palli og framføra fyri so nógvum fólkum, sigur Vígdis við einum brosi.

Henda fyrsta stakfløgan “Bara 1 spæl” varð væl dámd av fólki, - so væl, at tittullagið gjørdist best umtókta lagið í sendingini “15 tær bestu” í Kringvarpinum.


Ein dreymur

Til tess at gera tað meiri spennandi var henda allarfyrsta framførslan hjá FAROE5 tikin uppá sjónband.

Vígdis og hinar fýra hava hugt aftur eftir upptøkuni, og hon kann í dag bert staðfesta eitt: Hon og hinar í bólkinum eru nógv mentar hesi bæði árini.

- Um eg hugsi um, hvar eg var fyri tveimum árum síðani og so í dag, er stórur munur á. Man mennist sjálvandi nógv eftir tveimum árum, og tað ger man óansæð um man er við í einum bólki ella ikki.

- Men persónliga havi eg fingið so nógv positiv upplivilsir saman við FAROE5 á festivalum, konsertum eins og vit hava spælt fløgur inn. Hetta eru alt ting, sum eg bert tordi at droyma um fyrr, men sum eg nú sjálv eri vorðin partur av, greiðir Vígdis íðin frá.

Og hon leggur - ikki sørt spent - aftrat:

- Hetta ger eisini sítt til, at man nú fær blóð uppá tonna, soleiðis at tað sum eg droymi um - at kunna liva av tónleiki - kanska kann gerast veruleiki.



Eg eri tann eg eri

Seinastu tvey árini hava mong eygu verið vend ímóti teimum ungu gentunum í bólkinum og tí tónleiki, sum tær framføra.

Vandi er altíð til staðar, at tær gerast so upptiknar av bólkinum, at tær gloyma umhvørvið og baklandið rundan um seg. Men tað heldur Vígdis ikki at hon hevur gjørt.

- Nei, tvørturímóti haldi eg, at sambandið við vinir mínar er vorðið betri, um eg skal siga nakað um tað. Orsøkin til tað er, at eg eri vorðin meiri opin mótvegis øðrum, og eri eisini vorðin ein meiri glaður og útatvendur persónur.

- Eg havi so allar teir vinirnar sum eg hevði áðrenn, og havi fingið fleiri aftrat. Og tað kemur ikki av tí, at eg vorðin limur í FAROE5, men bara tí, at eg eri tann eg eri.



Enn ein stakfløga

Hóast ein ikki hoyrir so nógv til FAROE5 í tí dagliga, so er bólkurin framvegis virkin. Bólkurin møtist regluliga eina ferð um vikuna til venjing, men uppundir konsertir ella í sambandi við fløguútgávu hava tær verið oftari saman.

Nakað herfyri høvdu tær eina konsert í Deep við nýggjum sangum, og nú er manningin eisini broytt nakað. Tað næsta sum fer at henda, er útgáva av stakfløguni “Let’s get crazy” seinni í hesum mánaðinum.

- Men tað verður helst nakað enn, áðrenn vit fara at geva eina heila fløgu út, sigur Vígdis Fjallstein.

Nú summarið stendur fyri durum, verða nógvar stevnur og festivalar kring oyggjarnar. Enn veit Vígdis tó ikki, um tær skulu framføra nakað í summar.


4 + 1

Upprunaliga manningin í FAROE5 er nú broytt. Og samstundis er bólkurin broyttur frá at vera ein reinur gentubólkur, til ein vanligan tónleikabólk.

Hetta hendi herfyri, tá Jónvá Ellingsgaard avgjørdi at gevast í bólkinum, og Thor Simonsen kom í hennara stað.

Manningin í bólkinum er nú henda: Thor Simonsen, Lillian Dalsgaard, Ragnhild Dam, Asta Højgaard og Vígdis Fjallstein.