Vil veita ókeypis sálarhjálp til fleiri føroyingar

Skal vera klárt 1. januar

Tað skal vera ókeypis hjá føroyingum millum 15 og 35 ár at fara til sálarfrøðing. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, í samrøðu við Vikuskiftis-Sosialin.

- Ein ítøkilig broyting, ið eg ynski at fremja, er at seta í verk eitt tilmæli úr frágreiðingini um sálarheilsu, ið inniber at føroyingar millum 15 og 35 ár skulu fáa ókeypis sálarfrøðing, sigur Kaj Leo Holm Johannesen við Sosialin.

 Spurdur um nær hann væntar at leggja tað uppskotið fyri løgtingið, sigur landsstýrismaðurin, at uppskotið verður partur av broytingunum, ið verða framdar í fíggjarlógini fyri 2020.

- Tað skal setast í verk beinanvegin. Eg skal hava tað við á fíggjarlógina fyri næsta ár og er metti kostnaðurin á uppskotinum umleið tríggjar milliónir krónur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.