Eru nakrar reglur fyri, hvat traðir kunnu brúkast til?
Tað vil Helgi Abrahamsen, tingmaður nú hava at vita.
Hann spyr Jacob Vestergaard, landsstýrismann í búnaðarmálum, um nakrar ásetingar yvirhøvur eru um, hvat traðir kunnu brúkast til.
Um so er, vil hann eisini hava at vita, hvørjar hesar ásetingar eru.
Men eru ongar ásetingar, merkir tað so, at tey sum hava eina trøð, sjálvi gera av, hvat tey brúka trøðina til.
Í hesum sambandi vil hann eisini hava Er loyvt at hava seyð á traðum aftaná 14. mai?
Helgi Abrahamsen ásannar, at traðirnar hava eina serliga søgu, og tær hava havt stóran sosialan týdning í Føroyum.
- Men tíðirnar broytast, og brúksmynstrið er ikki heilt tað sama nú, sum tað var, tá ið traðirnar vórðu innlagdar, staðfestir tingmaðurin.
Myndina av hesi trøðini hevur Eileen Sandá tikið.