Tað er Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn, sum í einum grein 52a fyrispurningi spyr Eirik í Jákupsstovu, landsstýrismann í tilfeingis- og vinnumálum um pass til føroysk ross o.a.
Spurningar hennara eru soljóðandi:
1) Hvussu gongur við at útvega føroyska rossinum eitt pass, so at ross kunnu útflytast, og nær kann væntast, at komið er á mál?
2) Hvussu mong føroysk ross eru til í dag?
3) Hvørji átøk í ætlanini “Action Plan for the Conservation of the Faroese Horse”, sum er í sjey punktum, eru sett í verk?
Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Hanna Jensen á, at fyri knøppum tveimum árum síðani setti ho tásitandi landsstýrismanni í landbúnaðarmálum nakrar fyrispurningar viðvíkjandi føroyska rossinum: um aling, heildarætlan og pass (lm 52-111/2023).
– Orsøkin var, at føroyska rossið er av teimum heilt fáu føroysku húsdjórunum, sum hevur yvirlivað, og sum enn er møguligt at varðveita sum partur av lívfrøðiliga margfeldinum í landinum og av søguliga arvinum.
– Eitt av svarunum til fyrispurningarnar tá var, at ráðið arbeiddi saman við landsdjóralæknanum og Heilsufrøðiligu starvsstovuni við at seta í verk reglur, sum gera tað møguligt at útflyta føroysk ross til onnur lond. Sagt varð, at tað eru móttakaralondini, sum áseta reglurnar, sum síðani skulu implementerast í føroyska lóggávu og at miðað varð eftir, at reglurnar verða settar í gildi í heyst. Hetta var á vári í 2024, sigur Hanna Jensen.
– Eitt annað av svarunum var, at ein stór avbjóðing við støðuni hjá føroyska rossinum er, at tað eru so fá, sum vilja hava føroysk ross. Uppaftur onnur avbjóðing er, at rossini krevja hóskandi lendi, og at hetta er avmarkað, sigur hon.
– Síðani er verkætlanin hjá Felagnum Føroysk Ross við klekingarryssum framd, eins og tíð er umliðin. Tí kundi verið áhugavert at vitað, hvussu gongur við føroyska rossastovninum og tí ætlanini, sum er løgd, fyri at varðveita hendan rossastovn. Og tá einki enn hevur verið at frætta um passið, sum er neyðugt fyri at kunna útflyta føroysk ross, so er rættast at fregnast, hvussu gongur við at fáa passviðurskiftini hjá føroyska rossinum avgreidd.
– Tí verða hesir spurningar settir, sigur Hanna Jensen, løgtingskvinna.
Landsstýrismaðurin hevur nú tvær vikur at svara spurningunum.










