Vildi ikki skift frá el til bensin ella diesel

- Hevur tú koyrt ein el-bil, virkar bensin- ella dieseldrivin bilur keðiligur og larmandi, sigur Rúna Sivertsen.

 

Er tín bilur bensin, diesel, el ella annað?

- Eg havi el-bil, sigur Rúna Sivertsen í Klaksvík.

Hvørjar royndir hevur tú av bilinum? 

- Eg keypti el-bil fyrstu ferð í 2018 og aftur í ár. Royndirnar við sjálvum bilunum eru góðar, og eg vildi ikki skift aftur frá el. 

Hon vísir á, at el-bilarnir eru sera behagiligir at koyra, so tá tú fyrst hevur roynt tað, virkar ein bensin- ella dieseldrivin bilur keðiligur og larmandi.

 

- Tað, sum er avbjóðandi, eru møguleikarnir at løða. Politiskt er avgjørt at seta tiltøk í verk fyri at fáa fólk at keypa el-bil, men hvørki í Føroyum ella Danmark eru møguleikarnir at løða nóg góðir. 

Hugsar tú um el-bil til næsta keyp?

- Ja, eg keypi el-bil aftur og hevði ikki funnið upp á at keypt mær bensin ella diesel. 

Rúna Sivertsen heldur, at fyrimunirnir við el-bili eru nógvir – og ikki minst eru teir bæði friðarligir og umhvørvisvinarligir. 

- Teir larma ikki og hava einki útlát. Her er eingin ólekkur olju- ella bensinluktur, leggur hon aftrat.

 

(Í seinasta VikuskiftisSosiali høvdu vit serblað um bilar)