- Í fyrra hálvleiki var rættiliga spælið vánaligt, men í seinna hálvleiki gekk munandi betri.
Leygardagin var vágbingurin, Símun Samuelsen aftur á vøllinum í Vági eftir nógv ár í útlegd.
Síðani hann fór úr Vági hevur hann spælt í GÍ og í Íslandi, áðrenn hann kom tl HB hetta kappingarárið.
Sostatt er hetta triðju ferð hann stígur aftur á vøllin í Vági, sum mótstøðumaður hjá vágbingum, seinast var fyri seks árum síðani.
Og dystin leygardagin vildi hann avgjørt vinna - og tað var ikki bara fyri at hjálpa sínum egna liðið heilt fram í oddin.
- Tíbetur vunnu vit. Eg skuldi halda vikuskifti í Vági og tað hevði ikki verið stuttligt hjá mær at gingið runt har suðuri sum tapari eitt heilt vikuskifti, sigur hann.
Luftin fór úr
Sjálvur heldur hann, at fyrri hálvleikur var vánaligur hjá báðum liðum við fáum mguleikum.
- Men í seinna hálvleiki gekk spælið munandi betri. Í hálvleikinum tosaðu um, at tað fór at liggja betri fyri at spæla bóltin í dýpdina hjá teimum móti vindinum og tað riggaði heilt væl.
- Eftir at vit høvdu lagt okkum framum, hevði FC Suðuroy nakrar fínar møguleikar, uttan at fáa mál, men tá ið vit so skoraðu til 2-0, fór luftin úr teimum.
Símun Samuelsen viðgongur, at spælið hjá HB hevur verið skiftandi í ár, men hann heldur avgjørt, at teir eru á rættari leið.
- Serliga fyrri hálvleikur ímóti B-36 og seinna hálvleik ímóti FC- Suðuroy, spældu vit væl og nú eru vit har vit vilja vera og tað ætla vit at halda fast um, sigur hann.
Brúka orkuna skeivt
Eins nógv og Símun Samuelsen fegnast sum sigurin, eins illa harmast hann um støðuna hjá sínum bygdarmonnum.
- Teir eru í eini keðiligari støðu. Men skal eg vera púra ærligur, uttan at fornerma nakran, haldi eg, at spælararnir í FC Suðuroy skulu hugsa meiri um at spæla fótbólt, tá ið teir eru á vøllinum. Tað er ikki dómarin sum gevur einum liðið málini, so tað er ikki klókt at brúka so nógvar kreftir upp á hann. Tað er bara at gera sær sjálvum ilt, sigur vágbingurin í HB.
Hann sigur, at í HB høvdu teir fyrr í ár sama trupulleika, men teir settust niður og gjørdu upp við seg seg sjálvar, at nú skuldu teir hugsavna seg um fótbóltin og ikki dómaran og alt annað, sum onki hevði við sjálvt spælið at gera.
- Men standa teir í FC Suðuroy saman og arbeiða teir hart og brúka kreftirnar upp á fótbóltin,, skulu teir nokk klára tað, leggur hann afturat.