Vildu hava eitt realistiskt mál

Jákup Mikkelsen hevur sum liðskipari forhandlað bonus-sáttmálan hjá landsliðnum. Og har vildu teir hava eitt mál, sum tað bar til at røkka

Fótbóltur

- Hatta eru nógvir pengar. Tað er einki at ivast í.
Orðini eigur Jákup Mikkelsen, sum nú fær ein ordans bonus við sær á vegnum út gjøgnum landsliðsdyrnar.
Sum liðskipari hevur Jákup sjálvur verið við til at forhandlað sáttmálan við FSF, og hann dylur ikki, at hann í dag er eitt sindur bilsin, at hesin skuldi tørna somikið væl út.
- Vit høvdu sjálvandi ikki droymt um, at vit skuldu gera eitt slíkt lop á styrkislistanum, so sjálvandi er hetta ein øgilig rúgva av pengum, sum nú skulu gjaldast út.
- Gamli sáttmálin, sum vit høvdu, gav eina upphædd fyri hvørt pláss, sum vit komu upp um tey 100 bestu í heiminum, men tá útrokningargrundarlagið broyttist, skramblaðu vit jú langt niður eftir listanum. Tí vildu vit, at málið ístaðin varð sett meira realistiskt, og tí gjørdist útgangsstøðið, at vit skuldu koma millum tey 150 fremstu á styrkislistanum.
Enn hevur Jákup Mikkelsen ikki sett seg við fundarborðið hjá FSF at tosa í smálutum um, hvussu upphæddin skal roknast. Men hóast tølini eru stór, so heldur kortini ikki, at talan er um heilt órímilig tøl.
- Hetta er í øllum førum hugaligt at fáa sum takk fyri tað, sum mann hevur givið. Hóast landsliðsspælarar eisini fáa ferðapening fyri mista arbeiðsinntøku, tá vit eru saman, er tann parturin ikki nakað, sum tú verður ríkur av. Og onkur hevur kanska beinleiðis inntøkumiss av tí. Og í so máta er talan um veldugt herðaklapp, sum nú verður latið, sigur Jákup Mikkelsen.