Vildu hava Heina at slíta

Sum pápi at lógini um vinnuligan fiskiskap í síni tíð, átti eg at verið tann besta egnaði at seta meg í sessin sum landsstýrismaður í fiskivinnu- og tilfeingismálum. Hetta sigur ein sera vónbrotin Heini O. Heinesen í viðmerking til, at tað ikki gjørdist hann, men Torbjørn Jacobsen, ið fekk sessin. Baklandið hjá Heina O. Heinesen í Norðoyggjum vildi hava hann at slíta, áðrenn samgongan var komin í gongd

Politikkur

 

Tað var ein sera vónbrotin Heini O. Heinesen, sum tíðliga seinnapartin í gjár mátti staðfesta, at hann ongan møguleika hevði at fáa postin sum landsstýrismaður í fiskivinnu- og tilfeingismálum, ið sum kunnugt fór til næstformannin í Tjóðveldinum, Torbjørn Jacobsen.

Hetta kundi havt komið samgonguni í vanda, longu áðrenn hon var fingin upp á pláss, tí sambært Heina O. Heinesen fekk hann boð frá baklandi sínum í Norðoyggjum, at hann bara skuldi slíta.

- Nú havi eg ongantíð havt tað upp á handan mátan, men eg segði teimum (tingmanningini, blm), hvat tey kundu rokna við, og tað er, at eg taki ikki undir við øllum, sum teir koma við. Hetta at fiskiloyvini eru galdandi til 2018 við møguleika fyri at leingja heilt til 2023. Eg meini sjálvur, at man átti at strikað hatta áramálið í lógini, tí hatta var tað sum gjørdi, at tað kom spekulatión í loyvini, har útlendingar kunnu fáa ein blankotjekk frá onkrum strámanni her í Føroyum. Tí hatta var alst ikki neyðugt. Eitt fiskiloyvi eigur at vera galdandi, so leingi man brúkar tað, og so eigur tað at verða latið innaftur til tann, sum eigur tað, og tað er landið. So kundi man, um onkur annar keypir skipið, sókt um at fáa fiskiloyvið við, sigur Heini O. Heinesen.

Vil tað siga, at tú verður ímóti øllum broytingum í lógini um vinnuligan fiskiskap?

- Nei, eg vil gjarna taka flestu broytingar burtur, sum eru komnar eftir upprunalógina. Sjálvandi eru tíðirnar broyttar, og lóggávuarbeiði er sum at arbeiða í grótbroti, tað er ongantíð liðugt. Tað óhepna er, at tað bara ein flokkur sum hevur ligið á lóggávuarbeiðinum síðani fullveldislandsstýrið, og tað er Fólkaflokkurin, sigur Heini O. Heinensen.

Norðoyatingmaðurin segði við Rás2 í gjár, at um hann ikki fekk postin sum landsstýrismaður í fiskivinnnumálum, so vildi hann sum minstamark hava formanspostin í vinnunevndini hjá Løgtinginum. Spurdur hvat hendir, um hann ikki fær hetta, sigur Heini O. Heinesen.

- Ja, so eri eg noyddur at umhugsa støðuna av nýggjum, tað er heilt greitt, tí so havi eg onga ávirkan á politikkin sum heild. Tað varð nevnt, at eg kundi gerast limur í fíggjarnevndini, men hetta er ikki nakað sum eg havi tann stóra áhugan fyri.

Men fekst tú nakað lyfti um ein nevndarformanspost ístaðin fyri landsstýrissessin?

- Eg havi ikki fingið tilboð upp á nakað sum helst og havi ongantíð staðið meiri á berum í politikki enn í dag, sjálvt um eg kom innaftur við stórum atkvøðutali og liggi langt framman fyri nógv av teimum, sum eru ministarar, sigur Heini O. Heinesen.

 

Nei til Sjálvstýrisflokkin

Norðoyatingmaðurin afturvísir, at hann er so ónøgdur, at hann umhugsar at fara úr flokkinum.

- Eg eri tjóðveldismaður og blívi við at vera tað, og havi eisini verið við til at skriva samgonguskjalið, sum eg sjálvandi taki undir við í stóran mun. Eg havi bara tikið til eftirtektar, at ongin atkvøddi upp á meg. At eg ikki dugi enskt ella russiskt er ein vánalig umbering, tí so vítt eg veit, dugir Torbjørn heldur ikki russiskt. Eg haldi meg eiga meir í flokkinum, enn fólkini sum sita har í dag. Eg var politiskur formaður frá 1994 til 2000, tá flokkurin vaks frá fýra til átta tingmenn, so eg skyldi ikki flokkinum nakað sum helst, sigur Heini O. Heinesen.

Eftir at fyrrverandi formaðurin í Tjóðveldisflokkinum á Rás2 í gjár gav til kennar, at hann kendi seg útihýstan í Tjóðveldinum, kom tilboð frá Sjálvstýrisflokkinum um, at hann kundi koma upp í flokkin. Spurdur um hann umhugsar hendan møguleikan, sigur Heini O. Heinsen, at tað ikki kemur upp á tal.

- Tó má eg siga, at eg kann blíva so útihýstur, at eg má gera okkurt. Eg fari ikki at góðtaka ongan álitispost at hava í flokkinum. Tí kann hendan støðan ikki halda fram, sigur Heini O. Heinesen.

Torbjørn Jacobsen sigur, at hann stuðlaði tær í at gerast fiskimálaráðharri?

- Tað kann hann saktans siga, tá hann veit, at restin av flokkinum ikki tekur undir við mær, sigur ein sera vónbrotin Heini O. Heinesen.