Mikumorgunin tann 18. desember bórust boðini, at Vilhelm Nielsen, fyrrverandi løgtingsmaður úr Sandavági, var farin. Sjálvur var eg í tinginum henda dag, undarligt kendist tað at síggja merkið á Tinghúsvøllinum í hálvari stong, tí bygda- og skyldmaðurin var farin.
Vilhelm var yngstur av 8 systkjum, tey hvíla nú øll í Harrans navni, foreldur teirra vóru Dánjal Petur, skómakarin, og Anna Sofía úr Bartalstovu.
Tann 28. august fylti Vilhelm 90 ár - eg var og heilsaði upp á Vilhelm hetta kvøldið - hugaligt var át lýða á, tá Vilhelm so livandi greiddi frá sínum fyrsta túri undir Vestmannasundi, P/f Vágatunnilin hevði bjóðað hesum stríðsmanni ein túr undir Sundinum á føðingardegnum, eisini greiddi hann frá, tá ið Haldor Hansen, sáli, og hann løgdu fram uppskot um heingibrúgv um Vestmannasund.
Sera væl hevur Vilhelm fylgt við, hvussu arbeiðið at borða undir Vestmannasundi hevur gingist, hvørja viku vitjaði hann Dánjal á Sjúkrakassanum fyri á telduni at síggja, hvussu langt arbeiðið var komið.
Eg minnist Vilhelm best frá síni trúgvu tænastu sum deknur í Sandavágs kirkju, hesa tænastu tók hann upp eftir faðir sín, og røkti trúgvur hesa tænastu til ellisár, sera hugnaligt var at sita og líða á, tá Vilhelm við síni eyðmjúku rødd, sunnudag eftir sunnudag, las lestur.
Eisini gjørdu Marianna og Vilhelm eitt stórt arbeiði við sunnudagsskúlan í Sandavági og somuleiðis fyri Meinigheitshúsið.
Vágafólk minnast Vilhelm, sum ein arbeiðssaman og rokutan arbeiðsmann, um heystarnar rann hann sum ein unglingi við skinnum bæði tíðliga og seint, á Vilma dugdi hann alt, hann skrúvaði maskinurnar sundur og saman, hann bant við maskin, hann seymaðu burturúr skinnum, hann førdi sín roknskap fyri virkið, ja har dugdi Vilhelm alt.
Vilhelm og Marianna høvdu diamantbrúðleyp í apríl í ár, nógv vóru tá og heiðraðu diamantbrúðarparið, tey hava bæði verið merkt av sjúku ta seinastu tíðina. Áðrenn sjúkan fór at gera um seg, vóru tey tíðum at síggja hond í hond í Sandavágstúni - henda bygdarmynd er nú ikki meir.
Vilhelm og Marianna áttu fýra børn: Paula, Sólgerð, Sofus og Ann, tit hava mist ein góðan mann og pápa, má Harrin styrkja tykkum í stóru sorg tykkara.
Hvíl í friði