Føroyski landsliðsleikarin, Vilhelm Poulsen og liðfelgarnir í Lemvig-Thyborøn spældu í kvøld dyst á útivølli í niðurflytingarbólkinum í bestu donsku hondbóltsdeildini móti Holstebro.
Holstebro vann dystin 25-23 aftaná at hava verið á odda 14-11 í steðginum.
Lemvig-Thyborøn liggur aftast í niðurflytingarbólkinum við ongum stigi. Mors og Holstebro hava fimm stig hvør, Sønderjyske hevur fýra stig og Nordsjælland hevur tvey stig.
Komandi sunnudag hevur Lemvig-Thyborøn heimadyst móti Sønderjyske, og komandi mikukvøld leika teir á útivølli móti Nordsjællandi, ið kann vísa seg at blíva ein lykladystur.