Vilhelm skoraði seks mál móti toppliði

Lemvig-Thyborøn tapti greitt fyri Bjerringbro-Silkeborg, men tað gekk væl hjá Vilhelmi Poulsen í kvøld

Føroyski landsliðsleikarin, Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn tóku í kvøld móti sterka liðnum, Bjerringbro/Silkeborg á heimavølli,

 

Bjerringbro/Silkeborg vann ein greiðan 39-31 sigur. Í steðginum var útiliðið á odda 19-17.

 

Vilhelm avrikaði tó væl. Hann skoraði seks mál og legði upp til eitt mál. Vilhelm gjørdist næstbesti málskjúttin hjá Lemvig-Thyborøn. Toppskjútti gjørdist Emil Jessen við sjey málum.

 

Støðan: 

 

NrLið:DystirStig
1Aalborg36
2Bjerringbro/Silkeborg46
3Skanderborg Aarhus45
4Fredericia35
5Ribe-Esbjerg44
6GOG33
7SønderjyskE33
8Mors-Thy33
9Skjern43
10Lemvig-Thyborøn43
11TTH32
12Nordsjælland42
13TMS Ringsted32
14KIF Kolding31