Vilhelm skrivar postsøguna

Herfyri ella rættari 23. juni kundi Vilhelm Johannesen úr Klaksvík halda 25 ára starvsdag hjá Postverkinum. Dagurin varð hátíðarhildin á høvuðsdeildini hjá Postverki Føroya í Havn við køkum, blómum og góðynskjum.

Stjórin á Postverk Føroya, Bergur í Garði, handaði Vilhelm Johannesen eitt heiðursbræv sum viðurkenning fyri at hava starvast á Postverkinum í 25 ár, hann fekk eisini eitt stórt blómutyssi frá stjóranum, sum takkaði honum fyri góða og trúgva tænasta á Postverkinum øll hesi árini. Eisini fekk Vilhelm Johannesen sum vanligur siður er á Posthúsinum, tá starvsdagar verða hildnir, ein kekk uppá 1000 kr. umframt ein frídag við løn. Hetta stendur í sjálvum sáttmálanum.

Eisini umboð fyri Postfelagið handaði Vilhelm eitt blómutyssi og takkaði honum fyri tann stuðul, sum Vilhelm altíð hevði víst vanliga postmanninum bæði í sínum starvi á tingi og á Postverkinum.

Hóast talan var um 25 ára starvsdag, so byrjaði Vilhelm annars á Posthúsinum í Klaksvík 1. juni 1962 tvs. fyri umleið 38 árum síðani. Tá í tíðini koyrdi Posthúsið á ein annan hátt, enn tað ger í dag. Tá hevði postavgreiðslumaðurin í Klaksvík, tað rak Axel Petersen, Posthúsið uppá sáttmála. Starvfólkini vórðu tí formliga sett í starv hjá honum tey fyrstu fimm árini. Í 1967 var Vilhelm settur sum aspirantur til tænastumannastarv í danska postverkinum. Tvey ár seinni varð hann tænastumaður.

Tá so postverkið varð yvirtikið fingu postmenninir eina serliga skipan. Landsstýrið vildi ikki yvirtaka teir sum tænastumenn. Teir vóru tá 77 í tali. Talið á tænastumonnum undir landinum var umleið 44 og vóru teir í landsstýrinum bangnir fyri, at vórðu postmenninir yvirtiknir sum tænastumenn, so fóru at koma krøv frá nógvum almennum stovnum um at gera teirra fólk til tænastumenn.

Ein semja varð tí gjørd, sum segði, at tá talan var um uppsókn og eftirløn, tá høvdu teir tænastumannarættindi.

Vilhelm hevði farlovyi í átta ár tilsamans. Tvs. at tey fyrstu fimm árini á Posthúsinum í Klaksvík og átta árini í farloyvi ella íalt 13 ár, telja sostatt ikki við, nú 25 ára starvsdagur verður hildin. Fyrsta farloyvistíðin var frá 1. september í 73 til mars í 75, tá hann var blaðstjóri á Sosialinum. Tvær ferðir hevur hann havt farloyvi, meðan hann sat í landsstýrinum. Seinasta farloyvistíðin var í 94. Tá var so nógv at gera í tí politiska arbeiðinum, at Vilhelm bað um farloyvi.

Tá Vilhelm byrjaði sum postboð í Klaksvík fyri 38 árum síðani hevði hann allar møguligar uppgávur um hendi. Arbeiðið hevur verið sera fjølbroytt og hevur hann tikist við mest sum alt hugsandi posthúsarbeiði.

Tá Vilhelm kom úr aftur landsstýrinum í 89 segði táverandi postverksstjórin við Vilhelm, at tað var torført at fáa hann inn aftur í skipanina í Klaksvík. Hann beyð honum tá eitt starv í Havn sum útbúgvingarleiðari. Har byrjaði hann so 1. september 1989.

Ein av uppgávunum sum Vilhelm fekk aftrat var at gera eitt blað, sum er innanhýsis kunning í Postverkinum. Fyri fimm árum síðani fór Vilhelm so eisini undir at savna tilfar til eina bók um Postverkið. Ætlanin er, at hon skal koma út 1. apríl 2001, tað er 25 ára dagurin fyri, at Postverkið varð yvirtikið.

Vilhelm sigur, at hann hevði verið fegin at frætt frá fólki, sum hava nakað tilfar liggjandi ella minnast okkurt, sum kann hava postsøguligt virði. Her hugsar hann eisini um myndir.

Í dag starvast Vilhelm bert hálva tíð á Postverkinum. Hann er tingmaður, valdur fyri Javnaðarflokkin í Norðoyggjum og røkir eisini týðandi álitisstarvið sum limur í Fíggjarnevndini. Vit ynskja Vilhelmi tillukku við starvsdegnum og góða eydnu við bókini um føroyska postverkið gjøgnum tíðina.iðis at Rúni og Rói gjørdist meira frígjørdir í framrættaða spælinum. Annar møguleiki hevði verið, at sett Jón Róa inn fyri ein miðvallara, so HB seinastu løtuna leikti við trimum áleyparum.

Nú er altíð lætt at vera eftirklókur, men tað er nú einaferð soleiðis, at tá spælt verður í eini steypafinalu, so mást tú satsa, um tú ert aftan fyri. At tapa við einum ella tveimum málum er so fullkomulia líkamikið.


GÍ var betri

Øll henda skrivingin um, hvat HB gjørdi rætt ella skeivt, skal tó á ongan hátt skiljast sum ein niðurgering av avrikinum hjá GÍ.

Leikararnir sýndui, at hóast teir ikki spæla sama ágangandi fótbólt, sum teir fyrr hava gjørt, so vita teir framvegis hvat skal til.

Í flestum lutum vóru teir tað lítla pettið hvassari enn mótstøðumenninir, og yvirhøvur spældur teir skilabetri. Vóru umstøður til at spæla róliga niðaneftir, so varð hetta gjørt. Skuldi bólturin bara vekk, so varð hetta gjørt. Ja, yvirhøvur høvdu teir tamarhald á dystinum teir allarflestu av teimum 90 minuttunum, sum vórðu leiktir.

At enda skal nevnast, at GÍ eisini átti besta leikaran hendan dagin. Magni Jarnskor stríddist fyri fleiri í samfullar 90 minuttir, og hetta var eisini viðvirkandi til, at reyða kortið hjá Helga ikki fekk nakran serligan týdning. GÍ liðskiparin setti bara ferðina enn meira upp, og so var tann trupulleikin loystur.

»GÍ er nakað heilt fyri seg« varð sungið eftir dystin, og hesum kunnu vit bara geva fegnu viðhaldsfólkunum rætt í. Liðið, sum hevur myndað toppin av føroyskum fótbólti var av mongum avskrivað, tá vit komu út í juni mánað, og hóast teir neyvan verða føroyameistarar, so hava teir enn einaferð víst, at undrið í Gøtu langt ífrá er liðugt.


Finala um løgmanssteypið

HB-GÍ 0-1 (0-1)

0-1: Óli Hansen


Reytt kort: Helgi L. Petersen, GÍ


Dómari: Suni Johansen


HB:

Báråur Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum


GÍ:

Sunnvard Joensen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Martin Thomsen ? Leivur Hansen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Helgi L. Petersen, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Súni Olsenm