Vilhelm vann aftur á Ísaki - Stórsigrar til Elias og Jóhan

Hannover-Burgdorf, THW Kiel og Skanderborg-Aarhus hava øll fult stigatal í EHF European League

Tað blivu aftur tvey mál á muni, og tað bleiv aftur ein sigur til Vilhelm Poulsen og hansara liðfelagar í Hannover-Burgdorf, tá føroyingauppgerð aftur var á skránni í bólki G í EHF European League móti Ísaki Vedelsbøl og liðfeløgum hansara í IK Sävehof.

 

Í Partille vann Hannover í kvøld 30-28 á Sävehof. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.

 

Ísak var við fýra málum næstbesti málskjúttin hjá heimaliðnum. Vilhelm fekk ein málmøguleika, og hann setti hann í netið.

 

Hannover-Burgdorf hevur fult stigatal, átta stig fyri fýra dystir. Sävehof hevur tvey stig fyri fýra dystir.

 

Í bólki B vunnu Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel stórsigur 37-27 á Bern í Wonderino høllini í Kiel. Í steðginum var Kiel á odda 19-14.

 

Elias var við fimm málum triðbesti málskjúttin hjá heimaliðnum.

 

Kiel hevur eisini fult stigatal, átta stig fyri fýra dystir.

 

Í bólki C vunnu Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus stórsigur 39-26 á rumenska liðnum, CS Minaur Baia Mare. Í fyrra hálvleiki var CS Minaur Baia Mare betri við, og í steðginum var Skanderborg-Aarhus á odda 18-15.

 

Jóhan var toppskjútti hjá heimaliðnum við níggju málum.

 

Eisini Skanderborg-Aarhus hevur fult stigatal, átta stig fyri fýra dystir.